Fundur í Føroya Váðaráði 20. mai 2019
Føroya Váðaráð hevur verið á fundi fyri sættu ferð. Føroya Váðaráð heldur ikki, at tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Útlánsvøksturin økist tó framhaldandi og Føroya Váðaráð heldur tí eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa. Farið er undir at greina kapitalbuffaran í Føroyum, og tað verður gjørt í samstarvi millum Føroya Váðaráð og Det Systemiske Risikoråd í Danmark.Samlaðu útlánini í mun til BTÚ vaksa, men eru kortini væl minni enn áðrenn undanfarnar kreppur. Í 2018 vuksu útlánini skjótari enn búskapurin, og tí eygleiðir Føroya Váðaráð útlánsvøksturin í føroyskum peningastovnum. Útlán til vinnuna sum heild vaksa ikki merkisvert, men útlánsvøksturin er stórur í einstøkum vinnugreinum, eitt nú í byggivinnuni. Útlán til kommunur og almennar fyritøkur vaksa skjótast.
Útlán til kommunur og almennar fyritøkur hava minni váða fyri peningastovnarnar enn útlán til privata geiran, men útlánsvøksturin til tað almenna kann vísa seg ikki at vera skynsamur í núverandi búskapargongd. Føroya Váðaráð heldur, at fíggjarpolitikkurin í verandi búskaparstøðu ikki eigur at stimbra eftirspurningin í búskapinum.
Útlán til vinnuna eru javnt býtt millum ymsar vinnugreinar. Tá ið útlán hjá peningastovnum ikki eru savnað í einstøkum vinnum, eru peningastovnarnir minni viðkvæmir fyri afturgongd í somu vinnugreinum. Við øðrum orðum er váðaspjaðing í føroysku peningastovnunum.
Sethúsaprísirnir halda fram við at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í 2019. Seinastu tíðina eru serliga prísirnir í størri bygdunum øktir nógv, men sethúsaprísirnir økjast eisini í Tórshavn.
Føroya Váðaráð heldur ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð heldur tó eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið.
Danska Váðaráðið gjørdi á seinasta fundi av at fara undir greining av kapitalbuffarunum í Føroyum í samband við málið um markvirðir fyri SIFI-bankar í Føroyum. Greiningin verður gjørd í samstarvi millum danska og føroyska váðaráðið. Umboð frá Det Systemiske Risikoråd luttóku á fundinum við Føroya Váðaráð.