Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur fluttur á Læraraskúlan

Temakvøldið í annaðkvøld við danska barnagranskaranum Erik Sigsgaard, ið er lýst at verða í hølunum já Starvsmannafelagnum, verður í staðin á Læraraskúlanum í Havn, tí har rúmast fleiri fólk. Rættaða lýsingin ljóðar sostatt soleiðis:

Vit bjóða tær nú møguleikan at hitta navnframa granskaran, rithøvundan og fyrilestrarhaldaran Erik Sigsgaard á einum ókeypis temakvøldið tann 22. oktober, kl.19.30 – 22.00 í Læraraskúlahøllini.

Evnið er “Barnauppaling – at hava børnini við.”

Ein mamma at 7 børnum varð spurd: “ Hvussu hevur tú megnað at uppala tey so væl?” “Uppala tey?” svaraði mamman. “Nei tað kann eg ikki siga at eg havi”. “Eg havi roynt at liva saman við teimum”, segði mamman stillisliga.

Tess meira vit liva saman við okkara børnum, tess minni tørvur er á uppaling. Og umvent. Tess meira vit uppala okkara børn, tess meira verða børnini hildin uttanfyri. Hugsa tær um tað er so, bæði heima og á dagstovni? Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri viðurskiftini millum børn og vaksin? Og hvussu kunnu vit í størri mun hava børnini við?

Vinaliga

Føroya Pedagogfelag