Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fullsett til “Læknastríðið”

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur helt ein áhugaverdan og upplýsandi fyrilestur um læknastríðið. Fyrilesturin var í Skúlanum við Ósánnna, sum var meir enn fullsettur. Fleiri enn 200 áhoyrarar lýddu áhugaðir á.

Læknastríðið var í hæddini í 1955, og er størsti uppreistur higartil í Føroyum móti donsku yvirvøldini. Ikki kundi sigast, at nakar ávísur vinnari var av hesum drúgva stríði, sum vardi í fleiri ár við ymiskari styrki, har menn eisini vórðu settir í geglið, men vórðu náðaðir nakað seinni.

Aftan á fyrilesturin hjá Hans Andriasi Sølvará, ið ein tilkomin maður helt vera ein tann mest objektiva frásøgan um hetta, fyri eftirtíðina nakað dulda stríðið, tóku nakrir av áhoyrarunum orðið og greiddu frá sínum upplivingum frá hesi sermerktu tíðini.

Tann eini mintist ilt á tíðina, og at hon hevði ávirkað hann restina av lívinum. Hann var so ungur, og ávirkanin av spentu støðuni var ikki tespilig, helt hann fyri.

Ein abbasonur Fischer Heinesen hevði spælt eina bandupptøku frá einum fólkafundi beint eftir læknastríðið yvir, sum hann vildi lata Hans Andrias Sølvará fáa avrit av. Á hesum fólkafundinum greiðir Fischer frá upplivingum sínum undir læknastríðnum, og meðan hann sat fastur. Hann varð dømdur at sita í 18 mánaðar, men bleiv dómurin seinni styttur niður í 12 mánaðar.

Aftaná fyrilesturin var nógv prát aftur við einum góðum kaffimunni, og fólk høvdu nógv ymiskt at fortelja frá um læknastríðið.

Hans Andrias Sølvará, sum í løtuni arbeiðir við 3. bindi av Klaksvíkar Søgu, vil fegin frætta frá fólki, sum minnast stríðið, og ikki minst fáa avrit av myndum og skjølum frá hesi tíðini.

Fleiri myndir:

http://www.klaksvik.fo/Index.asp?pID={F7A66B82-E5A1-491E-9B8E-029C8455FCC9}&cID={2FD51CE1-E0FD-4FFD-8EC4-898BE55CB963}&ClearAreas=1 

Kelda: www.klaksvik.fo