Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Full semja um Válgaratún

Tað var eitt sera skemtiligt kjak í býráðnum hóskvøldið í farnu viku, tá fýra matrikul Yviri við Strond skuldu hava nýggja adressu. Tekniska nevnd hevði biðið gøtunavnanevndina um at koma við uppskoti til navn til hendan lítla vegastubban.

 Gøtunavnanevndin hevði fund 30. november, har nevndin mælti til at kalla vegastubban Válgaratún, tí vegurin liggur beint omanfyri Válgaravík. 

 Men hóast bæði trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hildu hetta vera eitt frálíkt uppskot, so kravdi mentamálanevndin, at gøtunavnanevndin skuldi koma við fleiri uppskotum.

 Men gøtunavnanevndin var ikki so at syfta og helt á fundi 29. januar 2016 fast um Válgaratún, tí skerið útfyri eitur Válgarin og víkin Válgaravík. Men tá nevndin hevði fingið kravboð um onnur uppskot, so kom hon við navninum Sævartún sum eina neyðloysn.

 Og soleiðis endaði málið í býráðnum til støðutakan. Onkur helt navnið Válgaratún vera eitt sindur "ósexut", men eftir stutt kjak misti Sævartún alla undirtøku og málið endaði við at øll andstøða móti Válgaratúni hálsaði um, og navnið Válgaratún varð einmælt saamtykt