Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Full ferð á almennari bygging

ÁRSFRÁGREIÐING: Virksemið hjá Landsverki hevur neyvan nakrantíð verið størri, og serliga seinasta árið er av álvara ferð komin á almennar byggiverkætlanir. Hetta og mangt annað stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá Landsverki fyri 2013-14, sum júst er komin á prent.

Hóast skuggarnir frá fíggjarkreppuni, sum tók seg upp í 2008, merktu virksemið hjá Landsverki árini eftir, so er støðan nærum tann beint øvugta nú.

Sjáldan ella ongantíð áður hava so nógvar og stórar verkætlanir verið í gongd í senn. Eitt nú nýggi Skúladepilin við Marknagil, stór útbygging av Landssjúkrahúsinum og nýggj tunnilsfarleið til Viðareiðis, fyri at nevna tær størstu.

Harafturat er eitt hav av størri og smærri verkætlanum, sum antin eru um at vera lidnar, standa í gerð ella verða fyrireikaðar til at fara undir.

Landsverk hevur júst givið út ársfrágreiðing fyri 2013-14, og her er umrøða av flestu verkætlanum, sum stovnurin er byggiharri á ella á annan hátt umsitur.

Eisini umrøður ársfrágreiðingin virksemið á hinum arbeiðsøkjunum undir stovninum.

Landsverk hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar, tyrlupallar og økið kring flogvøllin.

Høvuðssætið hjá Landsverki er í Tórshavn. Stovnurin hevur otta vegastøðir kring landið, umframt smiðjur, asfaltverk, grót- og skervverk og goymslur við asfaltbindievni og vegsalti.

Við umleið 150 starvsfólkum – umroknað til umleið 125 fulltíðarstørv - telist Landsverk millum størstu arbeiðspláss í landinum, hóast talið á starvsfólkum er nógv skert seinnu árini.

Ársfrágreiðingin 2013-14, sum fæst á prenti við at venda sær til stovnin, kann lesast sum pdf á landsverk.fo á hesi leinkju: http://www.landsverk.fo/get.file?ID=10079