Fuglar úti í Grøv
Við viðarlundina úti í Grøv er sett upp ein plakat við myndum av nøkrum fuglum, sum regluliga eru at síggja úti í Grøv.
Av tí at fá trø eru í Føroyum, savnast nógvir fuglar ofta í teimum fáu viðarlundunum, vit hava.
Sostatt kunnu mong ymisk fuglasløg síggjast í viðarlundunum, ið vanliga ikki síggjast aðrastaðni í Føroyum.
Orsaka av hesum hevur býargartnarin í Klaksvík, Hans Hjalti Skaale, leingi havt eitt ynski um, at gera eina plakat við nøkrum av fuglunum, ið kunnu síggjast úti í Grøv.
Í samstarvi við Silas K. K. Olofson, sum er eldhugaður fuglamaður og eisini hevur tikið allar fuglamyndirnar, er hendan plakatin vorðin veruleiki, og hon er nú sett upp úti í Grøv.
Tað grafiska arbeiðið hevur Armgarð Absalonsen gjørt.
Á plakatini síggjast myndir av nøkrum fuglum, ið regluliga eru at síggja úti í Grøv. Eisini ber til at síggja eitt yvirlit yvir tey fleiri enn 100 fuglasløgini, sum gjøgnum ár og dag eru skrásett í og kring viðarlundina.
Kelda. www.klaksvik.fo