Fronsk herflotavitjan á ráðhúsinum
I samband við at stóra franska herskipið "Monge" vitjar i Tórshavn 2. og 3. juni, var kommandørurin a skipinum, Jacues Riviere og kommiserurin Guillaume Decot á vitjan á Ráðhusinum á Vaglinum á middegi i dag. Saman við teimum vóru eisini umboð fyri donsku sjóverjuna, og franski konsulin i Føroyum, Hanna Jensen.
A ráðhusinum tók sitandi borgarstjorin, saman við nøkrum embætisfolkum imóti. Á stutta fundinum á Ráðhúsinum greiddi Sjúrður Olsen, sitandi borgarstjóri fra um býin, um býráðið og um Ráðhúsið. Sjúrður Olsen greiddi eisini frá, at Føroyar høvdu spælt fleiri fótbóltslandsdystir móti Frankaríki, har Føroyar høvdu tapt allar higartil. Nú manningin á "Monge" í kvøld skal spæla ein vinardyst móti einum HB-liði á vøllinum á Argjum, ynskti sitandi borgarstjórin, sum sjálvur er virkin innan AB, fronsku manningini ein góðan dyst, men hann legdi skemtandi afturat, at hann tó ikki fekk seg at ynskja at teir vunnu.
Kommandørurin a "Monge" greiddi fra, at hann hevdi leingi havt ynski um at koma til Føroyar, og at honum dámdi væl at sigla i Norðuratlantshavinum. Hann hevur fyrr verið vid Jan Mayen heilt norður móti ísbrúnni, og nú komu teir úr Íslandi til Tórshavnar.
Kommandørurin greiddi eisini frá um skipið, og hvat tað er teir dagliga arbeiða við á skipinum, sum er meira er at meta sum ein flótandi rúmdargranskingarstøð enn eitt herskip. Skipið er útgjørt við hátøkniligari satelittútgerð, og fylgir dagliga við satelittum sum ferðast kring jørðina, og við leysum lutum i rúmdini, sum kunnu vera til vanda fyri ella kunnu raka satelittarnar. Júst meðan teir hava ligið i Nólsoyarfirði hava teir fylgt við pørtum av eini japanskari raket, sum innanfyri næstu 24 timarnar kemur inn i atmosferina, og dettur nidur á jørðina onkunstadni, sum tað tó ikki bar til at siga nágreinliga enn.
Eisini varð tosað um ymisk vidurskifti sum so ella so knýta Frankariki og Føroyar saman. Føroyski dansurin, sum stavar ur Frankariki, men ikki er varðveittur aðrastadni enn i Føroyum, var eitt, og søgan og kvæðini um Runsivalsstriðið varð eisini umrøtt.
Eisini var tosað um tekningarnar sum eitt annað franskt granskingarskip i 1767 gjørdi av Føroyum, sæddar úr havinum. Hesar tekningarnar eru til skjals á franska tjóðarbokasavninum í Paris. Sami skipari sum førdi granskingarskipið tá, Yves de Kerguelen Tremarec, var tann sum bert 5 ar seinni, i 1772, fann Kerguelen-oyggjarnar i Suðurindiska havinum. Kommandørurin á "Monge" greiddi fra, at hann i arbeiði sinum hevdi verið har. Oyggjarnar, har bara granskarar eru, likjast nógv Føroyum, men har er meira vindhart enn her, metti hann.
Eftir vitjanina a Ráðhúsinum bjóðaði skiparin sitandi borgarstjóranum Sjúrður Olsen, og tekniska stjóranum, Jakup Egholm Hansen og umbodum fyri Torshavnar Havn, umborð á "Monge" til ábit og eina rundvising.
"Monge" fer av Havnini aftur sunnudagin 3. Juni.