Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fróðskapur og bryggjukantur

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E.

Vestara bryggja í Havn er altíð aktuell. Tað er Fróðskaparsetrið eisini. Í seinastuni hevur bryggjan verið umrødd, tí virksemið hjá Fiskavirking helt uppat, og lívið linkaði við keikantin.

Ta tíð, eg havi verið í býráðnum, hevur verið umrøtt, hvat økið við Vestaru bryggju kann brúkast til í eini framtíðar Tórshavn. Tá hevur Skipasmiðjan í Sjarpholinum eisini verið vend í kjakinum.

Stundum hevur verið frammi alment, at partur av økinum og húsunum eigur at verða latin útbúgvingar- og granskingarendamálum, tí tað er høgligt niðan fyri Vinnuháskúlan og stutt frá miðstøðini hjá Fróðskaparsetrinum.

Samstundis hevur býráðið arbeitt dúgliga við at fáa vinnuligt virksemi í gongd aftur á Vestaru bryggju. Tórshavnar havn keypti gomlu virkisbygningarnar hjá Bacalao, og arbeiðarafeløg og einstaklingar hava stovnað partafelag at reka fiskavirki har.

Ein landingarmiðstøð hevur hildið til har eina tíð og hevur syrgt fyri, at fiskur aftur er komin um bryggjukantin.

Tað verður ofta sagt, at ein skipasmiðja hoyrir ikki heima inni í býnum. Vit kunna hinvegin spyrja, hvat er meira natúrligt hjá okkum, sum eru umgird av sjógvi og búgva mitt í Norðuhøvum, enn at hava bæði fiskavirkir og skipasmiðjur mestsum millum húsini?

Í Tórshavnar býráð hava vit varað okkum fyri signalum, sum kunna týðast tann vegin, at býráðið hevur hug at reka vinnuna burtur. Hugburðurin er, at so leingi virkishugur er, og lív er í, verður vestara keiøkið fyrst og fremst tøkt til vinnulig endamál. Vónandi í rúma tíð aftrat.

Men vit skula eisini hava Fróðskaparsetrið. Tórshavnar kommuna hevur langtsíðani boðið tí stórar víddir uppi í Marknagili, men setursfólkið vil so fegin verða har á leið, sum tey eru, tí tað verður hildið at vera høgligast og skilabest at byggja út nærri miðbýnum.

Í áravís hava Tórshavnar kommuna og mentamálaráðið tingast um møguleikan fyri, at landið yvirtekur Venjingarskúlan til setursendamál. Framman undan eigur landið tey 60% av bygninginum, sum Læraraskúlin og Venjingarskúlin eru í. Hetta skuldi ligið beint til høgra bein, men óvissa snýr seg um prísin.

Her tykist vera steðgað á við forðingarnar, og tey bjørtu málini kámast. Men vilja vit hava eitt gott og fjølment fróðskaparsetur, so má tað hava bæði pláss og umstøður.

Eitt upplagt stig á leiðini er tann møguleikin, sum her er nevndur. Tað snýr seg um at fáa handilin avgreiddan, so farast kann víðari til næsta stig.

www.jogvanarge.com