Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fróðskaparsetur Føroya í Öström mentanarnáttina

Mentanarnáttina, fríggjakvøldið 2. juni, verður Setrið at hitta í Fabrikkini hjá Öström á aðru hædd frá kl. 19.00 til 23.00. Skráin er fjølbroytt. 
 
M.a. eru sera áhugaverdar og fjølbroyttar framløgur um spennandi granskingarevni at hoyra (eitt sindur sum TED-talks, um fólk kenna tað). Setrið hevur m.a. fingið vitjan av granskara úr Orknoyggjunum, sum fer at hava framløgu um tær serligu útbúgvingarligu og starvsligu avbjóðingarnar, ið fólk hava, sum koma úr smáum oyggjasamfeløgum.

Harumframt eru básar, har til ber at fáa eitt prát við deildirnar og livandi tónleikur, umframt framsýning um søgu Setursins. Setrið bjóðar eisini gestum vaflur við róma og súltutoyi og kaffi, te og vatn.