Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fróðskaparrit 63 sum prentað og talgild bók

Dan Klein --- 07.11.2017 - 09:06

Fróðskaparrit nr. 63 í røðini er prentað við fimm vísindaligum greinum og yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2016. Ritstjórar eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr. Permumyndina hevur Jóhan Martin Christiansen gjørt.

Í nýggja ritinum eru fýra greinir innan hugvísindi. 

Eivind Weyhe málfrøðingur hevur skrivað tvær greinar um staðarnøvn. 

Onnur greinin er um ókartografisk staðarnøvn og kartografisering. Greinarhøvundurin setur sær fyri at kanna hvørjar mannagongdirnar eru hjá General­stabinum tá ið hann velur nøvn út til á seta á føroyakortini í mátinum 1:20.000, sum komu í 1901, og hvørjar broytingar verða gjørdar í nøvnunum, so tey fáa ein form ið er hildin at vera hóskandi at seta á kortini. 

Hin greinin er um nøvnini Runavík, Heiðarnar, Saltangará og onnur bygdarnøvn har á leið.
Í greinini viðger høvundurin nøvnini á teimum gomlu bygdunum Glyvrum, Toftum og Nesi og á teimum ungu bygdunum Heiðunum/ Saltangará, Runavík, Saltnesi, Rituvík og Æðuvík. Sambandið millum gamlar markatalsbygdir og yngri niðursetubygdir í økinum verður lýst. 

Hans Andrias Sølvará søgufrøðingur hevur skrivað drúgva grein um beinleiðis fólkaræði í Føroyum – ein samanberandi rannsókn av fólkaatkvøðum í einum føroyskum høpi. 

Tað hava verið 14 fólkaatkvøður um nógv ymisk viðurskifti í Føroyum. Í greinini verður hugt eftir hesum fólkaatkvøðunum við atliti at hvussu fólkaatkvøður hava verið brúktar í Føroyum, bæði tá tað snýr seg um politisku skipanina og veljararnar. Samanborið verður eisini við líknandi fólkaatkvøður í Danmark, Íslandi og Avstralia. Eisini verður roynt at flokka tær føroysku fólkaatkvøðurnar við støði í altjóða gransking. Hendan greinin er á enskum.

Rolf Guttesen geografur hevur skrivað grein um regionalar variatiónir í kornveltingini fyrst í 1800-talinum í Føroyum. Einstakar upplýsingar eru at finna um kornvelting í eldri keldum, men hesar seta ofta úrtøkuna, foldtalið, alt ov høgt. Landt og Svabo eru tó meira realistiskir, og seta foldtalið til umleið 7. Teir eru longu varir við, at munur er á úrtøkuni, og at Sandoy og Suðuroy eru best fyri. Tað stóra taltilfarið, sum liggur í Löbner’sa tabellum, ger tað møguligt at fáa eina klára mynd av støðuni í øllum bygdum í landinum í 1813. 

Ein grein er innan náttúruvísindi. 

Leivur Janus Hansen og Povl Skårup hava umsett og viðgjørt partar av bókini Exoticorum libri decem eftir Carolus Clusius, sum kom út í 1605. Upprunateksturin er á latíni og er umsettur til føroyskt. Umsettu partarnir viðkoma Føroyum og eru ein gjøgnumgongd av ellivu sløgum av fuglum umframt vitunýra. Keldan til hesar partarnar av bókini hjá Carolus Clusius er Henrik Høyer, ið sendi honum fuglar og frágreiðingar úr Føroyum.

Rit nr. 63 er 148 bls. og kostar 200 kr. í bókabúðunum.

Fróðskaparrit eisini tøkt talgilt
Arbeitt verður enn við at talgilda Fróðskaparrit. Ætlanin er, at ritið skal vera opið fyri øll uttan kostnað at lesa ella at geva út í. 

Fyribils ber til at lesa ritini nr. 57-63 á heimasíðuni fsj.um.fo  Í næstum verður farið undir at fáa fígging til arbeiðið at leggja eldri rit út eisini. 
Greinar til Fróðskaparrit verða nú almannakunngjørdar á heimasíðuni, so hvørt tær verða góðkendar til útgávu. Ein bók við greinum verður framhaldandi givin út árliga.

Fróðskaparrit er skrásett í CrossRef, sum er kravd skipan, fyri at ritið kann verða skrásett hjá Google Scholar og Web of Science. Hesar skrásetingar eru í nógvum førum fortreyt fyri, at granskarar vilja geva sínar greinar út í einum vísindatíðarriti.  Hesar dagføringar skulu gera Fróðskaparrit áhugaverdari sum vísindarit at geva tilfar út í og at lesa.

Eru viðmerkingar ella spurningar til  Fróðskaparrit, ber til at venda sær til forlagið við telduposti til frodskapur(at)setur.fo