Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fróði & The Pink Slips á Tórspallinum í morgin kl 20.00

Eg eri sera fegin um teirra avrik, tí eg veit, at teir hava lagt nógva orku í seinastu útgávuna, sum eg meini er eitt av tí besta, ið er lagt fram.

Hetta grundi eg á ta fantastisku góðskuna, sum er komin burturúr – eisini við hepna handalagnum hjá Óla Poulsen.

Havi lurtað eftir fløguni fleiri ferðir og kann hvørja ferð hoyra hesar ymsu super effektirnar, sum Óli hevur lagt í arbeiðið.

Eg skal ikki dylja fyri, at spenningurin gjørdist stórur, tá teir komu við hesi stakfløguni í vár: Sí video.

Tað er einastandandi, at tað, aftur og aftur, koma útgávur, sum hava nøkur nýbrot í sær – tað kann sanniliga sigast um teirra seinastu útgávuna.

Vón mín er so, at onnur eisini taka undir við hesum framúr tónleikinum, sum eg vóni, fer at bera teir enn longur fram – tað hava teir uppiborið!

Ólavsøkudag spæla teir á Tórspallinum og ivist eg onga løtu í, at vit fáa eina super konsert.

Fríðálvur Jensen

http://www.facebook.com/media/set/?set=a.180845345355787.40237.100002909699185&type=3#!/frodiandthepinkslips

http://www.youtube.com/watch?v=kwP55QMc-mY&feature=relmfu

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=xptfrkVxiHo]