Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FRÍTÍÐARSKÚLI ARBEITT VIÐ SKAPANDI LISTAGREINUM

Seinastu vikurnar hava tey í frítíðarskúlanum Sankta Frans lagt dent á tey skapandi evnini. Børnini hava spælt sjónleik, arbeitt við tónleiki, list o.ø. Hetta gevur børnunum møguleika at royna fleiri ymiskar hættir at vísa síni evni. 

Hetta er mennandi og gevur samstundis børnunum felags upplivingar, sum stuðla upp undir kensluna at vera í einum felagsskapi. 

Endabresturin var ein framsýning 27. mars, har foreldur vóru boðin til foreldrakaffi.