Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frítíðarskúlanormeringin lægst í høvuðsstaðnum

Býráðspolitikararnir í Tórshavnar Kommunu hava í fullari semju skert frítíðarskúlarnar so nógv næsta ár, at teir fáa lægstu námsfrøðiligu normering í øllum landinum.

Í seinastu løtu, áðrenn fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu varð endaliga samtykt á seinasta býráðsfundinum í november, vórðu 750.000 krónur skornar av grundrakstrinum – tað er lønir til námsfrøðingar – hjá frítíðarskúlunum í kommununi. Gamaní vórðu 350.000 eisini játtaðar eyka til frítíðarskúlarnar, so teir kunnu hava opið, tá ongin vanlig skúlagongd er, men spardu námsfrøðitímarnir merkja kortini, at normeringin dettur frá 2,63 og niður á 2,4 pedagogtímar fyri hvørt barn í frítíðarskúlunum um vikuna. Hetta er lægsta normeringin í øllum landinum. Áðrenn skerjingina lá Tórshavnar Kommuna á næst aftasta plássi beint framman fyri Tvøroyri.

Stórar avleiðingar

Frítíðarskúlaleiðararnir halda avgerðina fáa so stórar avleiðingar fyri námsfrøðiliga arbeiðið á frítíðarskúlunum, at teir hava sent øllum býráðspolitikarunum bræv, har heitt verður á teir um at broyta avgerðina og varðveita verandi normering, sum leiðararnir meta vera minstamarkið fyri at kunna geva eitt nøktandi tilboð til børn og foreldur.

Í brævinum nevna leiðararnir eina røð av negativum avleiðingum, ið sparingingin og harvið lækkaða normeringin fer at hava við sær. Til dømis óttast teir, at námsfrøðingar fara at rýma, so bert ófaklærd fólk fara at manna frítíðarskúlarnar, børn við serligum tørvi fara ikki at verða sædd og tískil heldur ikki hjálpt, og ongin tíð verður til foreldrasamstarv og samstarv við skúlarnar.

Eisini Føroya Pedagogfelag hevur skrivað til kommununa og spurt um avleiðingarnar av sparingini. Umsitingin í kommununi er komin við einum fyribils svari, har sagt verður, at politiska viðgerðin av málinum ikki tykist verða liðug. Tískil fær kommunan ikki sagt meira um ítøkiligar avleiðingar.

Samd um skerjing

Men eftir stendur kortini, at fíggjarætlanin – við nevndu sparing – er samtykt. Eitt samt býráð samtykti hana 28. november.

Maud Wang Hansen heldur skerjingina og lækkaðu normeringina vera sera álvarsliga. ”Eg vóni, at býráðið fer at broyta sína avgerð. Onkur heldur kanska, at ein normerings-lækking á 0,23 námsfrøðitímar um vikuna fyri hvørt barnið ikki ljóðar av so nógvum. Men her skulu vit minnast til, at normeringin frammanundan er ógvuliga lág, 2,63, og tað er væl niðanfyri normeringslykilin 3, sum fakkunnleikin mælir til sum minstamark í frítíðarskúlum.”

”Vit skulu eisini minnast til, at arbeiðið í frítíðarskúlunum er fyribyrgjandi arbeiði, og tað er við til at geva børnunum góðar frítíðarmøguleikar og góðar upplivingar, sum aftur eru við til at menna børnini og eitt stað at finna góðar vinir”, sigur hon.

Tað eru bara Tórshavnar Kommuna, Tvøroyrar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna, ið hava normeringslyklar niðanfyri 3 í frítíðarskúlunum. Duksurin er Sjóvar Kommuna, har normeringin er 4,6 námsfrøðitímar fyri hvørt barnið um vikuna.

Kelda: www.pedagogfelag.fo