Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2014

Hevur tú nýliga flutt bústað uttanlands ella ynskir at broyta kontonummar, so er seinasta freist at boða frá 1. apríl 2014.

Verður ongin fráboðan send inn, so verður frítíðarlønin sett inn á somu konto sum í fjør.

Fiskimenn, sum ynskja at broyta kontonr., skulu senda fráboðanina til Føroya Fiskimannafelag.

Um kontan, har frítíðarlønin vanliga verður flutt á, er uppgjørd, fært tú ein sokallaðan "slipp" sendandi. Hesin "slippur" skal latast einum av peningastovnunum, sum síðan rindar frítíðarlønina út. Um "slippurin" ikki er latin peningastovni 1. mai árið eftir, fellur peningurin í frítíðargrunnin.

Fráboðanarskjal til at gera broytingar fæst her http://taks.fo/documents/00715.pdf

Til ber eisini at senda eina fráboðan við telduposti til taks@taks.fo

Legg til merkis, at hevur tú Mínboks, fært tú longu 16. apríl fráboðan um, hvussu nógv tú fært útgoldið í frítíðarløn. Tey, ið ikki nýta Mínboks, fáa sína fráboðan sendandi við vanligum posti eftir páskir.