
Frímerkir: “Norðurlond við havið”
Í dag 21. mars 2012 gevur Posta út eitt smáark við tveimum frímerkjum á 10,50 kr.
Útgávan er liður í norðurlendskari frímerkjarøð sum fevnir um árini 2010, 2012 og 2014.
Evnið á útgávunum er “Norðurlond við havið” og í ár er undirheitið “Bjarging á sjónum”.
Edward Fuglø hevur teknað føroyska smáarkið, sum vísir ein bjarginarbát í havsneyð og tyrlu sum kemur til hjálpar.