Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frímerki við einum heilt serligum eginleika

Í samband við Nordafar frímerkjaútgávu fríggjadagin, 20. september 2013 bjóðar Posta til móttøku í postavgreiðsluni á Óðinshædd 2, kl. 16.Posta gevur út frímerki við einum heilt serligum eginleika, sum ikki áður er sæddur á føroyskum frímerkjum. Nýggja tøknin kann geva frímerkjasavnarum og øðrum áhugaðum eina serstaka uppliving.

Nýggja tøknin nevnist ”Augmented Reality” ella AR, og leggur hon eitt eyka lag av upplýsingum omaná veruleikan. Eitt dømi um AR kundi verið, at vendir tú telefonini ímóti stjørnuhimmalinum, so sært tú nøvnini á stjørnumyndunum á telefonini.

Posta hevur valt at nýta AR tøknina á smáarkið ”Nordafar”, sum verður givið út fríggjadagin, 20. september 2013. Nordafar var eitt týðandi kapittul í føroyskari vinnulívssøgu í 20. øld.

Síðani 1927 hevði Føroyingahavnin sunnan fyri Nuuk verið miðstøð fyri tí føroyska grønlandsflotanum, og í 1953 varð A/S Nordafar stovnað av norðmonnum, danskarum og føroyingum. Nordafar hevði stóra útgerðarstøð og framkomið flakavirki í Føroyingahavnini. Í sekstiárunum vóru upp í 2.000 føroyingar árliga í Grønlandi við trolarum, línuskipum, skonnartum og útróðrarbátum.

Søgan um Nordafar er so mikið áhugaverd, at Føroyar og Grønland avgjørdu at samstarva um eina frímerkjaútgávu um evnið. Svenski gravørurin, Martin Mörck varð biðin um at sniðgeva og gravera frímerkjaarkið við trimum frímerkjum.

Tað, at Posta fekk møguleikan at nýta nýggja tøkni á hesum frímerki, ger útgávuna enn meira áhugaverda.

Við at taka niður eina ókeypis app og skanna frímerkjarkið við tíni snildfon ella teldli, gerast myndirnar og søgan um Nordafar livandi í einum áhugaverdum stuttfilmi, sum lýsir tíðina, tá Nordafar var í besta blóma og hvussu har sær út í dag.

Appin, sum kann takast niður frá App Store og Google Play, nevnist Sepac stamps.

AR tøknin er m.a. nýtt á frímerkjum hjá stórum útlendskum postverkum sum t.d. í Kanada, USA og Stórabretlandi, og eru vit errin um, at okkara kundar eisini kunnu uppliva hetta.

----

Greitt verður frá nýggjari tøkni í samband við frímerkjaútgávuna á samkomuni fríggjadagin, og stuttfilmur um Nordafar verður vístur á stórskíggja.

Øll eru vælkomin.