Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fríir fuglar flúgva - skerdir fuglar eru uttan flog

Dan Klein --- 18.06.2017 - 10:17

Boðið yvir øllum boðum - í kristnum høpi - er: Tú skalt (ikki kanst) elska Guð, og tú skalt (ikki kanst) elska næsta tín sum sjálvan teg.

Viðmerking í Oyggjatíðindum, og lagt út á www.oyggjatidindi.com 27.12. 2012, kl. 13:08

Onki fyrivarni. Onki við at gera, sum mann nú einaferð finnur tað fyri gott, ella eisini at meta um, hvørt tað loysir seg best fyri ein sjálvan her og nú. Einki við at brúka Paulus ella Luther ella onkran heilt annan sum umbering fyri at sleppa sær undan kærleikanum til næstan, tí hann kann koma til at seta forðingar fyri eginkærleikanum.

Kærleiksfuglurin (hægsta ella eisini bæði tey hægstu boðini) hevur tveir veingir og einans við at brúka báðar, varðveitir hann hitt sanna og rætta flogið, ið førir fram á mál.

Meistarin fortelur - eftir at hann hevði kunnað teimum lógarkønu um hægstu boðini -líknilsi um hin miskunnsama sámáriubúgvan, sum annars av rasureinum orsøkum ikki var vælsæddur av jødunum, at hesin vísti miskunnsemi móti honum, ið fallin var í ránsmannahendur. Teir lógarkønu - presturin og levitturin - riðu framvið, tí lógin álegði teimum ikki at røra við nakað óreint á veg til tempultænastu. Á henda hátt fekk Jesus opnað eygu spyrjaranna, so teir sjálvir funnu svarið upp á, hvør okkara næsti er, nevniliga tey neyðstøddu, tey, ið treingja til okkara miskunnsemi.

Á øðrum veinginum á kærleiksfuglinum stendur: Tú skalt elska Guð - og á hinum stendur: Tú skalt elska næsta tín. Tað sigur seg sjálvt, at ein sokallaður kristin ongantíð fær flogið móti málinum á einum veingi, men at hann í tí støðu fer malandi í klingur og gerst í ørviti, áðrenn hann at enda brestur í jørðina, har hann antin verður liggjandi ella eisini fær smáhoppandi víðari uttan mið ella mál.

Í miðlunum fáa vit - frá ymsum kirkjum og samkomum - ein stríðan streym av tí, eg vil kalla fyri følskum boðskapi undir yvirskrivtini: Frelstur við trúgv, gerningar hava einki upp á seg (í ymiskum variatiónum). Eg skal royna at vísa á, at Jesus vísir á gerningar, sum alt avgerandi fyri, hvar vit at enda enda.

Óneyðugt skuldi verið at sagt, at eingin er yvir og eingin er við síðuna av Jesusi og hansara boðskapi, og tí kann hvørki Paulus ella Luther ella Hanus ella Janus broyta ella geva Jesusar boðskapi annað innihald enn tað, sum Jesus gav í sínum boðskapi til okkara, so er tað sagt.

Falskir profetar hava altíð tulkað boðskapin til egnan fyrimun, og tað gera teir eisini tann dagin í dag og kanska einamest í okkara tíð. Í hesum føri er tað næstrakærleikin, ið skal niðurraðfestast til frama fyri eginkærleikan, sum hevur so nógvar ræðuleikar upp á samvitskuna: hungur og hall, sjúkur og pínu, kríggj og oyðileggilsir bert fyri at nevna nakrar av fylgjunum.

Einasta medisini, ið kann hjálpa, er upplýsing, upplýsing og aftur upplýsing á klettafastari kristnari grund. Lat meg tí byrja við at sitera úr Jákups brævi: kap. 2 v. 24: Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina - og v. 26. Tí eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.

Og í Matt. kap. 25 v. 31 - v. 46: Men tá ið menniskjasonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. Og øll fólkasløgini skulu koman saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum, og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin.

Tá skal kongurin siga við tey høgrumegin við hann: Komið higar, tit hinu vælsignaðu hjá faðir mínum, og fái ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góðu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær, eg var nakin og tit klæddu meg; eg var í fangahúsi, og tit komu at finna meg.

Tá munnu hini rættvísi svara honum: Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær ella naknan og klæddi teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?

Og kongurin skal svara og siga við tey: Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.

Síðani vendir hann sær móti teimum, ið standa vinstrumegin, og hann endurtekur, tað hann segði við tey, ið stóðu høgrumegin, men tey hava á ongum sinni rætt hond frá síðu til nakran av teimum treingjandi. Og tí endar kap. við: Tá skal hann svara teimum og siga: Sanniliga sigi eg tykkum, so satt tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minsti, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær. - Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.

Sjálvandi má tann trúgvandi fremja góðar gerningar í tann mun, hann er førur til tess. Ikki av plikt, men av kærleika, fyri alt tað, hann hevur fingið og fær frá Skaparans síðu. Og frammanfyristandandi vísir eisini, at hetta er avgerandi fyri um Jesupápi vendir tummulin upp ella niður, tá endaliga avgerðin verður tikin.

Og áðrenn Jesus fór aftur til faðir sín sigur hann:

Matt. kap. 28 - v.18 - v. 20: Og Jesus stóð fram og talaði til teirra: Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.

Sum menniskju gera vit mangt, ið ikki er rætt, men hetta kunnu vit fá fyrigeving fyri, sum tað stendur í Faðir vár: .... og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ímóti okkum synda. Við at fyrigeva, fáa vit fyrigeving. Soleiðis sum vit eisini fáa greitt frá í líknilsinum um hin skuldarbundna tænaran. Hann fekk fyrigeving og eftirgivna risastóru rokningina frá Harra sínum, men vildi ikki fyrigeva lítlu skuldina hjá næstanum og misti tí givnu fyrigevingina og var settur í bolt og jarn, til hann hevði goldið alla skuldina, og tað var allarhelst til ævigar tíðir, tí skuldin var astronomisk eftir tátíðar mátistokki.

Nakað annað er at synda fyri vinnings skuld, sum í omanfyri nevnda døminum, har góðir næstrakærleiksgerningar verða nærmast tilsíðis ella tileinkisgjørdir, tí eginkærleikin og Mammondyrkanin krevja lok fyri eygunum, vat í oyrunum og síðani kristnan glæntrileik fyri allar pengarnar. Hetta er kanska best kenda fyribrigdi hjá okkum. Í hesum førinum kallast tað at synda upp á náðina, vøo. at fremja syndina, tí sagt verður: skít verið við tí, eg biðji bara um fyrigeving seinri. Men at synda upp á náðini við beráddum huga og upp á væntandi eftirfylgjandi fyrigeving og soleiðis at synda móti heilaga andanum, sum skrivað stendur, verður ikki fyrigivið.

Fólk kunnu velja at trúgva tí, tey vilja, ella lata vera við at trúgva upp á nakað sum helst yvirhøvur. Og tað er so eitt val, sum hvør einstakur má liva og doyggja við. Guð tvingar ongan í sítt ríki, tí hann ynskir ikki trælir har. Men at blanda kristindóm og heiðinskap í somu suppu kann einans viðføra skaða bæði á likam og sál og hartil leiða fólk í óføri.

Tí at vera kristin er ikki einans eitt tak-sjálvur- borð ella ein dansur um gullkálvin, har alt er frítt á øllum hillum, og hvar hvør einstakur kann samanseta kristniboðanina sum eitt putlispæl eftir egnum ynski, við teimum putlispælsbrikkum, ið hóva einum best og síðani blaka yvirskotsbrikkarnar, ið ikki kunnu fást at liggja, sum mann sjálvur vil, á søgunnar køst. So gott spælir klaverið heldur ikki, Fyri umleið 20 árum síðani serveraði ein av falsarunum - ella kanska var hann sjálvur ein av teim mongu villeiddu - boðskapin ein sunnudag í miðlunum soleiðis:

Frelstur við trúgv - góðir gerningar hava als einki upp á seg. Og fyri at undirstrika, tað hann boðaði, helt hann áfram við at siga, at Móðir Theresa var kanska farin til Helvitis, hóast mongu góðu gerðirnar, sum hon hevði framt, tí hon var kanska ikki trúgvandi, tá hon doyði, og haldi tykkum nú fast, at Hitler kanska sat í Himlinum, hóast sínar mongu og ræðuligu gerningar, tí hann hevði kanska verið trúgvandi, áðrenn hann skeyt seg og doyði. Hetta skelkar meg enn. At slíkur perversitetur skal finna veg sum kristinboðskapur gjøgnum miðlarnar og inn í hvørt einasta føroyska heim uttan mótsøgn, hevur verið og er mær fullkomuliga ófatiligt. Men kanska er hetta mongu mammondyrkaranna útlegging, tí slíkum dáma væl at láta sum um hin heilaga grøvin er væl vard, meðan eyðræningin og kúganin verður framd í dagligum verki.

Men sum skrivað stendur, eingin kann tæna tveimum Harrum. Heldur ikki hesir. Valið er teirra - og bert teirra. Prísurin verður hareftir. Og hann skulu teir sjálvir gjalda: Tit eiga onki eftir, tí at tit hava longu fingið tykkara, verða boðini, slíkir kunnu vænta sær, tá roknskapurin einaferð verður uppgjørdur, hetta verður eisini sagt í skriftunum. Og síðan verður hurðin latin aftur. Slíkt er vert at hugsa um. Avgerðina um, hvørjum harra ein vil tæna, kann bert hin einstaki taka, men hon skuldi helst ikki verið tikin við bindi fyri eygunum.

Trúgvin og at elska Guð og næstan hanga óloysiliga saman og eru sum perlur á sama snóri. Lat ongan iva vera um tað, tí tað er boðskapur Jesusar, óansæð allan ágang frá høgru og vinstru.

Vónandi verða tað alt fleiri, sum duga at síggja galskapin, og annars læra seg at skilja millum rætt og rangt í kristniboðanini. Tí sum er, eru mangir seyðir í úlvaklæðum, soleiðis at mann leikandi lætt kann verða tikin av fótum, tá mann minst varðar av tí.

Annars eiga allir okkara heimligu bandittarnir at vera steðgaðir í komandi ári.

Við bestu nýggjársynskjum

Dagfinnur Danbjørg.