Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fríðrikur og sambandið

Onkur hevur undrast á, at eg havi sagt, at Fríðrikur Petersen hevur navngivið Sambandsflokkin.

Hetta er tó einki dulsmál.

Tann sum tekur fram bókina Fólkaatkvøðan 14. september 1946 kann sláa upp í stílinum, og har stendur at Fríðrikur Petersen m.a. er nevndur á síðu 293.

Har er ein grein endurprentað, sum Oluf Skaalum hevur skrivað í danska blaðnum Nationaltidende tann 26. juli 1946 fyri at heiðra at tá eru fjøruti ár liðin síðan flokkurin varð stovnaður. Sum Oluf greiðir frá í endurminningum sínum “Úr lágari lon”, so var hann í 1906 blaðstjóri á Dimmalætting og var við í øllum tí sum hendi tá flokkurin varð til. Hann er tí ein ósvitalig kelda til hesar hendingar.

Hann sigur: “På baggrund af denne alvorlige trussel samledes et stort flertal af Lagtingets medlemmer og stiftede 28. juli 1906 et politisk parti, som Færøernes nationaldigter, provst Fr. Petersen, gav det betegnende navn Sambandspartiet.”

Fríðrikur var ein klókur maður, og hann visti hvat ið hann gjørdi.

Zakarias Wang