Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Friðingarmál tikið aftur

Fornminnisnevndin hevur gjørt av at taka ætlanina um víðkan av friðing av umliggjandi øki kring handilsbygningarnar hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri aftur.

Avgerðin er grundað á innkomnu hoyringssvarini og at avtala er gjørd við Tvøroyrar Býráð um, at prinsippskitsa, sum Varðin Pelagic hevur latið gera fyri bygningar og økið á havnarlagnum, har verndaratlitini i friðingarætlanini, sum var í umbúna, eisini verða røkt. Í prinsippskitsuni er lagt upp fyri, at Varðin Pelagic kann fara í gongd við útbygging sína so skjótt sum byggiloyvi er givið og so hvørt sum undirlendið er klárt til bygging.

Avtalað er, at prinsippskitsan hjá Varðanum Pelagic inngongur sum partur av byggiætlanini hjá kommununi, og at kommunan í byggimálsviðgerð í økinum, sum prinsippskitsan sýnir, samskiftir við fornminnamynugleikarnar.

Í avtaluni liggur, at fjarstøðan hjá nýggju frystigoymsluni frá friðaðu bygningunum verður væl størri enn upprunaliga ætlað, og at nýbygningurin verður formgivin soleiðis, at hann tillagar seg í samljóði við tað friðaða umhvørvið.

Eisini liggur í avtaluni, at upplivingin av teimum friðaðu bygningunum frá sjónum verður tryggjað við varðveitslu av bátahylinum, sum verður smalkaður, og at nýggj atkoma verður gjørd til ídnaðarøkið. Hetta ger, at tung ferðsla í bryggjuumhvørvinum framman fyri friðaðu bygningarnar minkar og at bryggjuumhvørvið tí kann innganga sum fríøki millum tað mentanarsøguliga umhvørvið og ídnaðarumhvørvið.

Tað er nú lagt í hendur hjá Tvøroyrar kommunu sum byggimyndugleika at samskipa antikvarisku verndaráhugamálini og tey vinnuligu áhugamálini í útbyggingini av havnarøkinum.