Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frida Zachariassen 100 ár – Myndaframsýning á Bryggjuni í KBH

Listasavn Føroya hevur heitt á Klaksvíkar Býráð, sum eigur hópin av myndum eftir Fridu Zachariassen, um at læna nakrar av hesum málnungum til eina myndaframsýning, sum Norðuratlantiska bryggjan í Keypmannahavn fyrireikar.

Framsýningin við myndum eftir Fridu Zachariassen verður á Norðuratlantisku Bryggjuni, Strandgade 91 - frá 2. juni til 2. september í ár.

Sum kunnugt hevði Fridu Zachariassen verðið 100 ár í ár. Tí er Klaksvíkar Kommuna eisini við í at skipa fyri tiltøkum og framsýningum í hesum høpi, uppýsir Dávur Winther, mentanarleiðari.

- Tað er longu nú gjørd avtala við Norðuratlantisku Bryggjuna í Keypmannahavn um at fáa hesa somu framsýning til Klaksvíkar í september í ár, har eisini Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil og lic.phil, ið hevur skrivað bók um Fridu, kemur at halda fyrilestur um verkini og Fridu.

Í dag vóru so Mortan Vang og Oggi Lamhauge frá Listasavni Føroya, ið hjálpa til við at savna verkini til framsýningina, í Klaksvik eftir teimum málningum, sum avtala er gjørd um at læna.

Tað er Mentanardeild býráðsins, ið stendur fyri avtaluni um lánið av málningum frá Klaksvíkar Kommunu, sum altso verða við í nevndu myndaframsýning í Keypmannahavn frá 2. juni til 2. september 2012.

= = = =

Fakta:

Frida Zachariassen er fødd í Klaksvík 24. september 1912. Ellivu ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla og tók millumskúlaprógv har. Hon fór so niður til Danmarkar, var í húsplássi í seks ár, tók handilsskúlaprógv og gekk eisini á skeið í málningalist. Í sjey mánaðir var hon í Newcastle og lærdi seg enskt mál, var so í eitt ár í húsplássi í London. Kom heim aftur stutt undan krígnum og fór so at arbeiða á skrivstovu í Klaksvík.

Frida Zachariassen hevur gjørt vart við seg sum listakvinna bæði innan myndlist og bókmentir. Í 2011 gav Posta út føroysk frímerki við málningum hjá Fridu sum motivi. Frida málaði nógv, hon hevði sín egna stíl. Hon málaði mest í 1950'unum og 1960'unum.

Í 1978 læt hon úr hondum barnabókina "Tá ið Jón vaks upp 20-30 árin", í samband við altjóða barnaárið 1979 gav hon út "Barnaár 1979", sama ár kom "Brún og brá", og í sambandi við Norðurlendska málárið 1980-1981 gav hon undir heitinum "Strev í málrøkt" út greinasavn við viðmerkingum til føroyskt mál, mállæru og málrøkt.

Kelda: www.klaksvik.fo