Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frelsunnarherurin 90

Í gjár hátíðarhelt Frelsunnarherurin 90 ára føðingardag og stóra bókaútgávu. Umframt hóðin av føroyingum vóru eisini fólk úr grannalondunum til steðar til sera undirhaldandi hátíðarløtuna í nýggju og stásiligu hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn.

Umframt umboð fyri Frelsunarherin helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu. Hann setti spurningin við, hvat annað enn søguligur status skapir ein by.

- Summi siga, at ein veruligur býur er ikki býur uttan eina dómkirkju. Summi siga, at ein góður býur hevur fleiri kirkjutorn enn ølstovur. Í nýggjari tíð hevur hjáveran av McDonalds-matstovum verið ein staðfesting av, at býurin hevur ávísa stødd. Men fyri meg sum smádrong var kenslan av at vera í býnum óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins. Ungdómsarbeiðið, skótarnir og sálarhitin ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið. Tá kendi ein seg upplyftan og part av hægri eind.

- Seinni fataði eg, at hjáveran hjá Frelsunarherinum hevur ein so ómetaliga nógv størri og djúpari, men eisini heilt ítøkiligan týdning fyri okkara samfelag, segði hann víðari.

- Henda ásannanin kom ikki av at studera virðisgrundarlagið og læruna hjá Frelsunarherinum, men hon byrjaði við hesi hjartanemandi upplivingini, sum so nógv okkara kenna, at sjómenn, sum hava verið nógv í teimum stóru havnarbýunum, heilt skifta andlitsbrá, tá talan fellir á Frelsunarherin.

- Teir hava nevniliga upplivað so týðiliga, at her regnar ikki millum teori og praksis, tí her eru teori og praksis so óloysiliga knýtt saman: Í Frelsunarherinum er hetta at “walk the talk” tað, sum er missiónin, longu fleiri mansaldrar áðrenn fyrsta, smarta managementbókin kom í bókhandlarnar.

- Frelsunarherurin hevur leitað sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu og heilt uttan at gera mannamun grundað alt sítt virki á, at øll menniskju eru skapað av Gudi og tí hava friðhalgað virði. Tí hava tey boðið høgum sum lágum suppu, sápu og sálarbót. Tey síggja einstaka menniskjað sum eina heild, við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, sum hongur saman, og tí hevur Frelsunarherurin frá byrjan javnsett kristniboðan og næstrakærleika, sum tvær síður av somu søk.

- Henda staðfesting av, at menniskjað er meira enn ein sál, og at henda staðfesting má og skal hava praktiskan týdning fyri arbeiðið, er fantastisk í sjálvum sær. Tí við hesum í huga staðfesta vit, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum.

- Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita og tann nakni verður ílatin. Tann einsami fær vinir og umsorgan. Tí svong og niðurgjørd menniskju makta illa at taka ímóti tí góða boðskapinum.

- Vit kenna tað so væl, flestu okkara hava helst persónliga kent onkran í býnum, hvørs lagna er vend 180 stig, eftir at viðkomandi hevur kent á sín egna kropp, hvussu verulig umsorgan, livandi kristindómur, virkar í praksis.

- Hetta er samstundis best hugsandi lærdómur fyri okkum sum politikkarar - hetta at vegir, brýr og bygningar ikki í sjálvum sær skapa býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum.

- Frelsunnarherurin byrjaði samstundis sítt virki móti bæði sosialum órættvísi og andaligum fátækradømi. Nógvastaðni gjørdist Frelsunnarherurin permanenta ringa samvitskan hjá teimum ráðandi – og í roynd og veru hevði kanska tann besta gávan, vit kundu givið teimum, verið at vit politikarar tóku okkum saman, so samfelagið tók størri ábyrgd, so Frelsunarherurin hevði minni at arbeiða við næsta ár.

- Sum smádrongur og unglingi var Frelsunarherurin mitt í okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit skoytaðu so at siga í túninum og tónleikur og sangur dró okkum innar á ungdómsmøti og til onnur tiltøk.

- Eg minnist eisini at hava verið við lastbili á útferðum við Frelsunarherinum - øll hesi minni eru merkt av tí lætta og sosiala, sum Frelsunnarherurin umboðaði. Gjøgnum allan uppvøksturin og alt mítt vaksna lív hevur Frelsunnarherurin verið ein føst býarmynd á Ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk.

- Eg fari býráðsins og egna vegna at veita tykkum eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra innsats á bæði sosiala og andaliga økinum. Víst hevur og víst fer kommunan at stuðla sosiala virksemi tykkara, men Frelsunnarherurin hevur á so mangan hátt givið okkum fleirfalt aftur tað, vit hava stuðlað við. Stóra tøkk hava tit øll uppiborið fyri tað.

- Eg fari eisini at nýta høvið at ynskja mínum góð vini Njáli og tykkum øllum hjartaliga tillukku við snotiligu bókini um søgu Frelsunnarhersins. Hetta er ein stórur varði, sum vantaði í okkara annars ríku søgu.

Hjartaliga tillukku.

Takk fyri øll somul, og hjartaliga tillukku við degnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði Frelsunnarherinum eina gávu – ein stóran málning, sum listamálarin Eyðun av Reyni hevði málað til høvið.