Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Freistin at melda film til Filmskvøldið 2018 er tann 5. desember 2017

Dan Klein --- 30.10.2017 - 11:31

Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 24. februar 2018, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Geytin verður byrjunarskotið til eina viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá Tóff fer av bakkastokki fyri aðru ferð.

Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2018. 

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2018 er tann 5. desember 2017.