
Freistin at fráboða vakmyndatól er 1. juli
Sambært nýggju lógini um vakmyndatól, skulu øll vakmyndatól, sum eru sett upp áðrenn 1. januar 2021, fráboðast av nýggjum í seinasta lagi 1. juli 2021.
Dátueftirlitið hevur saman við Føroya Politi og Løgmansskrivstovuni gjørt eina vegleiðing um nýggju lógina. Les vegleiðingina her.
Vakmyndatól skulu fráboðast á serligum fráboðanarskjali, sum liggur her.