Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FRANKLIN GRAHAM - setti spor eftir seg

Møtini við Franklin Graham í Ítrróttarhøllini á Hálsi eru av. Tvey møtir vórðu hildin ávíkavist kl.18.00 og kl. 21.30. Franklin talaði tveir evangeliskar boðskapir á báðum møtunum, sum muga sigast at vera ógvuliga einfaldir og greiðir. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tá Franklin varð spurdur á pressufundinum hvønn týdning hann legði í tann einfalda og greiða evangeliska boðskapin, segði hann, at fyri hann er tað eingin munur, um hann talar til lesandi á universiteti ella um tað er fyri ólærdum í avsíðisliggjandi bygd, tí vit hava øll fyri neyðini at hoyra evangeliið borið fram við einføldum og greiðum orðum. 

Tá Franklin bjóðaði fólki at koma fram og játta Jesus, so komu fólk í streymum. Hetta er eitt gott prógv um, at boðskapurin hevur verið greiður og einfaldur, og hevur sett ævig spor eftir seg í hjørtunum. 

DJARVUR
Franklin var djarvur og beinrakin í boðskapinum, nakað sum vit sjálvdan uppliva við okkara heimligu prædikumonnum í dagsins samfelag. Undirritaði kennir tað sum, at Franklin “resettaði” stabin av prædikumonnum og evangelistum í Føroyum í dag, sum í mongum førum hava mist dirvi og myndugleikan at tala alt Guds orð. Um Gud brúkti Franklin bert til hetta, so var vitjanin tað verd.

Poul í Skorini fekk uppgávuna sum tulkur, og hana gjørdi hann til eitt 11-tal. Hann var neyvur í orðavalinum og eisini skjótur, og hann dugdi eisini at skifta við røddini. 

BÍÐIRØÐ
Umleið 3.000 fólk vóru til møtini, tá plássini í tjaldinum og í Dansifrøði eru tikin við. Aldri áður í føroyskari samkomu- og kirkjusøgu hevur man uppliva, at fólk hava staðið í bíðirøð at hoyra Guds orð, men tað var veruleikin í gjár kl.16.30 uttan fyri høllina á Hálsi. Bíðirøðin rakk heilt oman til rundkoyringina. Onkur undraðist yvir hví man ikki tá lat dyrnar upp, so fólk ikki stóðu so leingi í kuldanum – at tað ikki varð gjørt var eitt skeivt!

TÓNLEIKUR
Í hálvan annan tíma undan taluni hjá Franklin var ein breið vifta við alskins tónleiki, so sum kórsangur við Ebenezerkórinum, tjóðsangurin sum felagssangur, Íslenskt kór við Óskar Einarson, Michael W. Smith, duettin við John og Barbour úr USA, og síðani ein av heimsins kvikastu guitarspælarum, Dennis Agajanian.

Tað var ein sonn frøði at uppliva Michael W. Smith. Hann viðmerkti, tá hann kom á pallin, at fyri 19 árum síðani vitjaði hann í Føroyum har hann hevði konsert. Tá var hann 38 ára gamal, men hann sær ikki nógv eldri út í dag, hóast hann er 57 ára gamal. Michael er ein framúr sangari av Guds náði, sum hevur eina smittandi karismu yvir sær, tá hann syngur, og eisini tá hann vil hava fólkið við í sanginum.

Franklin Graham og toymið fara úr Føroyum í morgun, og tað næsta, sum liggur á skránni hjá Frank, er at ferðast runt í flestu statinum í USA og tala Guds orð.