Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Franka á G!

Vit kunnu í dag avdúka enn eitt navn á G! skránni, tað er elektroniska stjørnuskotið Franka, ið kemur heim til Føroyar at spæla. 

Franka telist millum mest spennandi føroysku elektronisku nøvnini ella føroysku er kanska í so avmarkandi fyri Franku, tí hóast oddakvinnan í Franka Helena, er dóttir navnframa føroyska songkvinnu, so hevur hon einamest búleikast í Danmark.

Tónleikurin er melodiskur, men dregur elementir úr bæði poppi og avant garde. Onkuntíð er tað myrkt og speglar fortíðina hjá songkvinnuni í punk verkætlanini Helena Murr Murr, og aðrar tíðir er tónleikurin lívligur og festligur.

Franka fevnir víða, og tónleikurin kann tykjast fjølbroyttur, men eyðkenda røddin knýtur alt væl saman.

Franka er frálík á einum palli, eins og áskoðararnir á Frigg kundu uppliva herfyri. Hon er sterkt og skroypilig alt meðan hon heiðrar sín kvinnuliga seksualitet á palli.