Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framvegis lítið til av toski á Føroyabanka, men meira av smáari hýsu

Yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í vár er liðug og vísti hon, at tað framvegis er sera lítið til av toski á Føroyabanka.

Í teimum 29 hálunum vóru bert 30 toskar. Hinvegin var meira til av hýsu. Tað var serliga hýsa, sum var 14 cm til støddar og 1 ára gomul, sum var sera vanlig um allan bankan.

Eisini var nebbasild at fáa í trolinum um allan bankan grynri enn umleið 200 metrar.

Les meira um túrin við at trýsta her:http://www.hav.fo/PDF/Turar/2016/FRAG1608.pdf