Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framtíðin í Kollafirði

Jógvan Arge, valevni á Lista E, á pallborðsorðaskifti 5. november:

Tað er mær ein heiður at vera til pallborðsorðaskifti her í Arbeiðsmannafelags-húsinum í Kollafirði. Her er mangur áhugaverdur fundur hildin, og her hava ofta verið bæði álvarsom og stuttlig orðaskifti. Summi av okkum hava longu verið á einum politiskum fundi í Kollafirði, og har talaðu kollfirðingar greitt.

Tosað varð bæði um fortíð, nútíð og framtíð. Í hesum umfarinum havi eg hug at leggja meg eftir framtíðini. Seinast hevði eg fyrireikað ein spurning til kollfirðingar um, hvussu teir síggja framtíðina í Kollafirði. Spurningurin varð ikki settur, tí eg skilti á lagnum, at framtíðin í hugaheiminum her er nógv tengd at tí, sum ikki er hent í Kollafirði seinastu mongu árini.

Í kvøld havi eg hug at leggja fyri við at siga, at Listi E vil fegin gera alt, sum gerast kann, fyri at fáa útstykkingar í lag her í Kollafirði. Tað kann ikki bera til, at tað skal vera so tvørligt at fáa grundstykkir í eini búnaðarbygd, at bygdin steðgar upp – heldur upp at at vaksa og missir tað unga fólkið og harvið børnini. Her má onkur gongd leið vera burtur úr tronganum, sum hevur vart nú í eini 20 ár sum eg skilji.

Havi eisini hug at siga, at Kollafjørður er ikki komin nóg langt á barnaansingarøkinum. Her er ikki tikið nóg rívan til, og her mugu aðrir bollar í suppuna, skula karmarnir um barnaansingina her koma á hædd við teir karmar, sum eru aðrastaðni í kommununi. Lítil ivi er um, at hetta takið skal takast við Botnánna. Tað, sum ræður um, er at finna tær gongdu leiðirnar.

Sum tað triðja havi eg hug at nevna, at tann ungdómurin í Kollafirði, sum ikki fæst so nógv við ítrótt, eigur at fáa tilboð um annað ungdómsvirksemi, sum líkist tí, sum er í Havn, Hoyvík og Nólsoy. Har savnast ungdómur í klubbum, ið eru útgjørdir við teldum, telduspølum, leikførum til tónleik og øðrum áhugaverdum. Slík tilboð hava innivist í ansingarstovnum ella skúlum – so tað skuldi verið lagað manni at gjørt tað sama her í bygdini.

Standurin á hesum økjum fremur ikki búseting í Kollafirði. Eru ongi grundstykki, so kann ongin seta búgv. Hevur barnaansingin vánalig kor, velja fólk aðrar umstøður, og hevur ungdómurin ikki fjølbroytt tilboð, so ger hann kanska okkurt, sum hann ikki skuldi gjørt.

Vit halda eisini, at sambandið millum kommununa og bygdirnar eigur at verða útbygt við skrivstovu, sum varðar av øllum málum viðvíkjandi bygdunum og syrgir fyri at tey verða viðgjørd og avgreidd skjótt og væl.

X við E

---