Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framtíðar útjavning úr Havnini

Meðan høvuðsstaðurin raðfestir í mong ár fram fyri at sleppa undan politiskum ósemjum, so liva ávísir lokalpolitikkarar av at halda lív ávísum ósemjum og at forða skilagóðum loysnum. Fyri at tryggja sínum tilverugrundarlagi røkka krøv teirra um javning úr høvuðsstaðnum og norðureftir nú mansaldur út í framtíðina – langt eftir at tunnil er komin millum Eysturoy og Streymoy.

- Eftir at hava lisið ikki færri enn tríggjar nýggjar greinar í Norðlýsinum, ber tíverri enn einaferð til at staðfesta, at kjakið um útjavning framvegis snýr seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur – og so javna munin um alt landið! Nú verður útjavnað langt fram í tíð eisini – eisini eftir at tunnilin millum Eysturoy og Streymoy er komin.

Útjavningin rennur sum fleiri ferðir víst á ongantíð hinvegin, hóast Havnin í ólukkumát vantar inntøku frá øðrum vinnugreinum í mun til onnur, og hóast stórur partur av teimum, sum í dag arbeiða innan almenna fyrisiting í Havn, búgva og gjalda skatt í øðrum kommunum.

Landsstýrið fremur í dag eitt slag av kommunalari útjavning gjøgnum býtið av fiskiloyvum – sum á pappírinum eru ogn Føroya fólks. Tá Havnin ongan lut fær í hesum ríkidømi, so má Havnin neyðturviliga leita sær aðrar inntøkur av sjónum, t.d. innan frakt og ferðafólk, sum er heilt natúrligt, tá mesta fraktin og flestu ferðafólkini vilja koma higar kortini. Tí mugu vit útbyggja.

Eg fari at loyva mær at endurtaka nakað av tí, vit hava ført fram í kjakinum um útjavning.** Hvat er at javna?

Eg havi ilt við at skilja, hvønn part av búskapinum Norðlýsið ikki skilir ella ikki vil skilja. Tí hyggja vit at inntøkugrundarlagnum kring landið, so er ilt at síggja, at nakað stórvegis er at javna. Inntøkan er hægst í eystara parti av Eysturoynni við 217 túsund og lægst í vestara partinum við 200. Í seinastuni hevur stór framgongd verið í Suðri, so munurin minkar alsamt og er vorðin væl minni enn við seinastu uppgerð.

Yvirlit yvir lønarsummin í almennu vinnugreinunum vísir, at útgjaldingarnar eru 43% í Suðurstreymoy og millum 33 og 38% í øllum hinum økjunum. Her er sostatt heldur onki at javna og sum vit mangan hava víst á, so hevur høvuðstaðurin risastórar útreiðslur av almennari fyrisiting yvirhøvur, tí kommunan hevur ábyrgd av øllum infrastrukturinum í sambandi við hesar stovnar, líka frá kloakkering til vegagerð og parkeringsøki.

Eitt annað, sum ongantíð er við í roknistykkinum er, at høvuðsstaðurin ikki fær skattainntøkurnar frá meira enn tveimum triðingum av teimum, sum hava sína inntøku her. Allir pendlararnir njóta væl av okkara tænastum púra ókeypis, tí skattur teirra fellur í øðrum kommunum. Veruleikin er tí tann, at umleið triðja hvør króna, sum vunnin verður í Havn, verður skattað aðrastaðni.

Tað merkir, at hyggja vit at tí stóru myndini, so er ikki so stórur munur á, hvussu samlaði lønarsummurin er býttur. Eg havi spurt óteljandi ferðir, um tað er nøkur náttúrlóg sum sigur, at klaksvíkingar skulu eiga bróðurpartin av fólksins ogn og fáa 25% av sínum lønarinntøkum frá fiskivinnu, sum í Norðoyggjum fyri ein part er rikin við almennum pengum úr Føroyagrunninum? Skulu hesar inntøkur sambært logikkinum hjá Norðlýsinum ikki javnast til høvuðsstaðin, sum bara fær 5% av sínum lønarinntøkum frá fiskivinnuni?

Landsstadion úr høvuðsstaðnum

Sambært Norðlýsinum blívur "upplandið" so almikið meira áhugavert, eftir at tunnilin er komin. So nú skulu vit steðga m.a. havnaútbyggingum, tí havnirnar norðanfyri eru meira áhugaverdar. Og tað er so stutt norðureftir. Men ikki suðureftir! Logikkurin virkar bara annan vegin.

Endiliga hava vit funnið eina semju um landsstadion og vit byggja í fulldrøn. Men nei, nú skal landsstadion eisini flytast norðureftir í eitt "jomfrúuligt og náttúruvakurt øki". Hetta er eitt av nátúrligu úrslitunum av, at oyggjarnar norðanfyri gerast "fastland". Hvat politikkarar finna uppá um 8 ár er ikki til at vita. Men vit arbeiða her og nú eftir raðfestingum, sum eru gjørdar gjøgnum mong ár. Og um "nýhugsanin" hjá Norðlýsinum bert snýr seg um, hvat møguliga kann hálast úr Havnini, tá holið er komið, so er hon lítið verd.

Aftur og fram ikki líka langt

Nærum skemtiligt er at síggja hugburðin um, at tá tunnilin millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin er komin, so skal enn meira flytast úr Havnini norðureftir, tí “miðøkið” verður so nær høvuðsstaðnum. Aftur og fram er ikki líka langt hjá Norðlýsinum, so hóast blaðið vil hava ein sterkan høvuðsstað, so skal hann framhaldandi drenast fyri alt tað, sum eyðkennir ein høvuðsstað.

Hagtøl eru takksom og eg havi fleiri ferðir víst á, at vit kunnu blíva við, so at samlaða myndin av, hvussu býtið av skattainntøkuni av vinnugreinum í landinum verður býtt, vendir fullkomiliga – í so stóran mun, at ein útjavning hevði runnið til Havnar, og ikki øvugt. Tí ein triðingur av skattakrónunum rennir longu úr býnum! Eg havi varhugan av, at ongin áhugi verður fyri kommunalari útjavning, tá endaliga roknistykkið kemur á borðið.


Løgið eisini, at Norðlýsið ikki dugir at síggja, at einasta orsøk til, at Tórshavnar kommuna kann gera stórar íløgur í trivnað, ítróttarannlegg v.m., ið ofta koma øllum borgarum landsins til góðar, er tí at kommunan frammanundan í langa tíð hevur raðfest grundleggjandi íløgur so sum kloakkskipan, sum nú er dagførd, dagstovnar, ellisheim og skúlar. Loysnin hevur veirð raðfesting og aftur raðfesting.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt tað, sum landsins stjórn ikki hevur torað: vit hava raðfest og gjørt stórar sparingar í rakstrinum. Tað er høvuðsorøkin til, at vit hava ein sterkan høvuðsstað, sum megnar at fremja neyðugar íløgur, sum kann virka savnandi, og sum føroyingar kunna vera stoltir av og fáa gagn av.

Lokalpolitikkur

Tá Norðlýsið vísir til lutfalsliga býtið av pensjónistum kring landið, so sigur tað lítið uttan at eitt lutfall eisini má finnast millum land og kommunur. Og sjálvandi er heilt nátúrligt, at serskipanir verða gjørdar fyri ávís øki, eitt nú Sandoynna. Hetta er ikki nakað nýtt og er frammi í kjakinum í bæði kommunu og kommunusamskipan hvønn dag.

Eg havi fleiri ferðir víst á, at tað aldri hava verið so nógvir lokalpolitikkarar í løgtinginum sum nú. Ikki eitt einasta mál um raðfesting og at stabilisera ymisk viðurskifti, so vit sleppa undan evindaliga kjakinum um útjavning, druknar í vrøvli. Vit kunnu ikki so frægst sum kjaka um uppskotið um Sjúkrahús Føroya, tí loysnin helst hevði frátikið ávísum politikarum møguleikan at (mis)brúkt Klaksvíkar sjúkrahús lokalpolitiskt. Og støðan er uppaftur verri, tá vit tosa um skúlaskap.

Raðfesting og framtíðar planlegging er ongin, tí tað tekur grundarlagið undan lokalidiotiinum. So er onki at garta við og um.

Fyrimunur við sterkum høvuðsstaði

Vit vita, at tá tað fyrr nærum bara vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun vitanarvinna og mentan. Vit síggja eisini í kanningum, at ungdómurin í útlegd treytar sær at búgva í høvuðsstaðnum, um og tá hann kemur heimaftur. Tí kappast vit í okkara planlegging ikki við onnur støð í Føroyum, men móti útlandinum, sum í rættiliga stóran mun kann drena okkara samfelag fyri serkunnleika.

Tað eigur at vera ein fyrimunur í at lata høvuðsstaðin vaksa og samstundis byggja infrastrukturin út og stuðla smáu vakstrarøkjunum. At tað gongur væl hjá høvuðsstaðnum eigur ikki at merkja, at onnur øki í landinum gerast minni kappingarfør.

Okkara høvuðsstaður hevur í dag eitt fjølbroytni, sum tiltalar tey flestu, uttan mun til, um tey eru býarfólk ella trívast best í fjarbýli í útjaðara ella á bygd – vit hava øll tilboðini innanfyri kommunumark. Tað, sum vantar, eru fleiri útbúgvingartilboð og lagaligari og fjølbroyttari búsetingarmøguleikar. Á báðum hesum økjum verður arbeitt hart í løtuni at finna loysnir, sum í fleiri førum eru á gáttini til at gerast veruleiki.

Sum eg mangan havi víst á, so verður kappingin á framtíðar altjóða marknaðinum ikki um olju og makrel. Føroyar og høvuðsstaðurin hava brúk fyri fólki við góðum útbúgvingum í arbeiðnum at flyta landið fram til at gerast eitt vitanarsamfelag. Tað hevur verið okkara høvuðsboðskapur í áravís. Tí er tað ein stór avbjóðing at tryggja, at tey fólk, sum í løtuni skapa okkara vælferð, framhaldandi trívast her og ikki rýma. Tað hevur minst líka stóran týdning sum at tryggja, at tey lesandi koma heimaftur.

Samstundis eru vit varug við, at høvuðsstaðurin er í harðari kapping við høvuðsstaðir og stórbýir suðuri á europeiska meginlandinum. Tí brúka vit nógvar pengar og leggja stóra orku í at gera Tórshavn til tann góða og savnandi høvuðsstaðin við støðugt sterkari atdráttarmegi. Siktið er, at fólk við útbúgving, ambitiónum og framtíðardreymum skulu trívast og velja Tórshavn fram um aðrar býir. Okkara vón er, at landspolitikkararnir eisini skilja rætta samanhangin.

Solidaritetur sum ideal

Vit ætla at raðfesta og gera alt hetta uttan at taka nakað sum helst frá øðrum økjum í landinum. Men vit mugu fáa frið at arbeiða og sleppa undan at brúka tíðina uppá at skjótt nærum øll mál drukna í lokalpatriotiskum møsni.

Eg kann endurtaka, at vit í Tórshavnar kommunu hava onki ímóti útjavning sum prinsippi. Men skil má vera í. Vit hava víst á, at ein partur av kjakinum snýr seg um solidaritet sum eitt ideal, hetta at ágóðar skulu býtast javnt, hetta at skattainntøkur skulu brúkast til at menna útjaðaran. Hetta ideal brúka vit longu í Tórshavnar kommunu. Vit hava okkara egnu útjaðaraøki at menna, og tað royna vit eisini av øllum alvi. Men ein útjavning av skattainntøkuni frá almenna sektorinum er púra órealistiskt, um hetta skal gerast útfrá einum solidariskum sjónarmiði.

Og eg kann at enda eisini endurtaka, at skulu vit tosa solidariskt, so mugu allar inntøkur og skattaágóði av øllum virksemi roknast við. So má eisini innroknast, at triðja hvør króna, forvunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni. So má eisini innroknast, at aðrir landspartar hava lutfalsliga munandi størri inntøku av øðrum alment stýrdum vinnugreinum enn Havnin – t.d. mugu vit umhugsa at býta skattakrónurnar av fiskinum – fólksins ogn – javnt millum allar føroyingar.

Heðin Mortensen

borgarstjóri