Framtakið til mótmælisgongu fyri kannabis í Danmark
Fyri 20´indu ferð halda folk í KBH eina mótmælisgongu fyri kannabis. Samstundis vísir flokkurin á eitt nýtt logo.
Tað er Global Marijuana March 4. mai um allan heim. Eg havi fyrr verði við og hildið røðu, og í ár eri eg eisini við. Journalistur frá Danmarks Radio tosaði við meg í gjár, og skuldi eisini at fylgja mær í mótmælisgonguni.
Vónandi kemur okkurt gott burturúr, tí og eg sleppi at lýsa hvussu eg síggi kannabis forboði í samband við ríkisfelagsskapin. "Narko" er jú eitt felagsmál sum man sigur.
Man kann grundgeva, at um man fær eina broyting í FO, so rakar hon eisini í Danmark.
Framtakið
vh
Arnfinn
Hey!
Vit hildu at tit øll skuldu sleppa at sýggja okkara flotta nýggja logo. Tað er vakurt, einfalt og gult. Vit í Framtakinum eru sera glað fyri úrslitið :)
Vegna Framtakið
Hallur H. Djurhuus