Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsýning við Jónu Rasmussen á Býarbókasavninum í Havn

Myndlistakvinnan Jóna Rasmussen (f. 1946) er sjálvlærdur grafikari og listamálari og hevur havt framsýningar síðan 1991.

Framsýningin á Býarbókasavninum vísir grafiskar myndir, sum listakvinnan hevur gjørt seinastu árini. Størsti parturin er heilt nýggjar myndir frá 2012. Hon hevur arbeitt við myndevninum “Í kvirruni” sum ein mótsetningur til dagsins samfelag, sum mangan er stýrt av ferð, ljóði og gangi.

Við einans at arbeiða við einum liti gerst tað týðiligari fyri áskoðaran, hvat tað er, sum skapar myndina. Ofta er hvíta rúmið millum litlinjurnar eins týdningarmikið og liturin.

Framsýningin er søluframsýning, sum heldur fram allan september.

Eva Furseth hevur skrivað listabókina “Jóna Rasmussen – Í kvirruni”, sum bókasavnið hevur.