Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsýning á Listasavni Føroya

TÍÐINDASKRIV

Framsýning á Listasavni Føroya, 7. september – 7. oktober 2012:

Jónína Guðnadóttir. Tilverulig minimalisma.

At flúgva millum Føroyar og Ísland varar ein slakan tíma, og málsliga og mentanarliga er lítil munur millum londini bæði. Listasøguliga harafturímóti víkja londini týðiliga frá hvørjum øðrum. Meðan náttúruborna ekspressionisman hevur verið ráðandi í føroyskari list við Mikines og Ingálvi av Reyni og øðrum, hevur íslendsk list verið meiri avant-garde og fylgt altjóða listarákum. Óivað hongur hetta saman við politiska sjálvbjargni og sjálvskenslu íslendinga, og at teir hava tætt tilknýti til amerikanarar, sum líka til 2006 høvdu hernaðarstøð í Keflavík.

Ikki fyrr enn nýliga eru altjóða listarák sum minimalisma og konseptualisma at síggja í føroyskari list. Slík rák hava harafturímóti havt stóran týdning í Íslandi tey seinastu áratíggjuni, har listafólk hegnisliga hava arbeitt við at sjóða eina einfalda og stranga minimalismu saman við hugsunarliga innihaldið í konseptualismuni í eina hægri eind.

Eitt av hegnigu listafólkunum er keramiski myndahøggarin Jónína Guðnadóttir (f. 1943), hvørs høggmyndir og installatiónir viðgera evni sum dálking, brúkarasamfelagið og gloymd minni. Verkini viðgera eisini tann gamla heimin, bóndasamfelagið og gudalærur. Alt strangt og abstrakt viðgjørt, men tó sansaligt og fjálgt. Andi og lív hittast í listini hjá Jónínu Guðnadóttur.