Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsókn dottið í somu veit…

Dan Klein --- 22.07.2017 - 08:30

Sum skilst av KvF, hevur Framsókn havt landsfund. Hesin flokkurin hevur roynt seg í stjórn, og ikki kann sigast annað enn, at hann var desperatur fyri at koma sær fram at royna seg,  saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.  Trump er júst vigaður fyri sínar fyrstu 100 dagar, men hvussu gekst so hjá Framsókn at koma sær í stjórn?!

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna:

Fyrstu ferð lagt út á netið 01.05.2017 - 10:08

Fólk upplivdu formannin sera aktivan í stríðnum, at komma formanninum í Fólkaflokkinum til lívs, ið, sum fíggjarmálaráðharri, var skotin í skógvarnar, at hava snýtt í tolli 25 ár frammanundan, uttan eitt einasta prógv var lagt fram. Ein boðskapur, sum varð tikin uppaftur og uppaftur í KvF.

Formaðurin í Framsókn helt seg heldur ikki aftur. Uttan at leggja prógv á borðið, segði hann alment, at føroyingar ikki kundu hava ein landsstýrimann í fíggjarmálum, sum hevði snýtt í tolli.

Hóast Landsrætturin til síðst dømdi til fyrimun fyri teimum, sum komu við hesum  ógrundaðu, og ódokumenteraðu pástandum, so vísir hetta bara, hvussu skroypuligt fólkaræði okkara er, um tað í heilatikið kann nevnast at vera eitt fólkaræði.

Lat okkum lýsa hvussu hendan samgongan kom til maktina, lýst í grein á oyggjatidindi.com 23.08.2015 - 14:14:

Linkur: http://http://www.oyggjatidindi.com/misalit+styrkir+um+logmann.html

Andstøðan hevur, saman við serliga KvF, borið lygnir fram í løgtinginum um, at tað var ólógligt, at fremja sokallaðu break-fee-avtaluna, sum gav CIP, 1 (eina) millión krónur, um prosjektið datt niðurfyri.

Tað var hetta "lógarbrot", løgmaður (Kaj Leo), royndi at verja seg í móti. Hansara áskoðan var, ráðgivin ella ikki, at hevði hann ikki skrivað undir, so hevði hann onga avtalu gjørt. Men har fór hann skeivur. Løgmaður hevði verið við á fundum um break-fee avtaluna, og tað var nokk.

Og tí verður tað galið hjá løgmanni, tá Gammeltoft, staðfestir, at break-fee avtalan er lóglig, og at andstøðan á tingi harvið hevur hevur logið sær til eina kanning.

Løgmaður trýr, at andstøðulygnin heldur, og gevur tí eisini løginginum skeivar upplýsingar, og sum andstøðan kallar lygnina. Hevði løgmaður (Kaj Leo), bara sagt, at hann hevði verið við til at gera avtaluna um break-fee, so var ongin sak í móti honum.

Hesum var Framsókn við til. Ikki serliga álitisvekjandi.

Men nú hevur flokkurin roynt seg í stjórn, og hvussu álitisvekjandi hevur hendan tíðin verið?!

Vit hava havt hoyrt um fleiri sakir. Oljumálaráðið skal leiga frá framsóknara, og nú skal Umhvørvisstovan lýsast í gjøgnum fyritøkuna hjá einum øðrum framsóknara, uttan at kravið um útbjóðing er uppfylt. 

Og í Havnar kommunu hevur ein annar framsóknari sitið við fleiri kaskettum, og valt uppgávur frá, sum eru sendar til kommununa, sum harvið ikki hevur havt møguleikan at taka avgerð í málinum. Framsóknarin hevur í staðin latið seg í privatan kasket, og sent vini upplýsingarnar.

Tað er ikki óvanligt, at tey, sum ikki vilja avdúkast, hava størstu orsøk at vera í móti kritiskari pressu. Sentral kelda hevur upplýst blaðnum, at hesin framsóknarin í Havnar kommunu so í fleiri umførum hevur roynt at ávirka kommununa, at nokta Oyggjatíðindum at hava eina fasta net-lýsing. 

Tað eydnaðist ikki undir gomlu býráðssamgonguni, men tá Framsókn gjørdist partur av býráðssamgonguni, saman við Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, bar til.

Grundgevingin fyri at kommunan ikki skuldi lýsa á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindum, var, at bara lítil prosentpartur av teimum, sum høvdu sæð TK lýsingina, høvdu linkað seg til starvssíðuna hjá Havnar Kommunu.

Men hvussu nógv fólk høvdu sæð hesa TK lýsing í tíðarskeiðinum 27.08.2014 til 31.01.2017?!
Teljarin vísti, at ikki færri enn 4.341.806 brúkarar (4,4 milliónir), høvdu sæð TK lýsingina, sum í hesum føri kann samanberast við eina kioskvøru, sum tó bara promillupartur av 4,4 milliónum ynsktu at gere brúk av, ella bara at hava áhuga fyri.

Framleiðarin av vøruni kann ikki siga, at ov fá hava sæð hurðina til vøruna, tá tað kann prógvast, at ikki færri enn 4,4 milliónir høvdu sæð hurðina, men flest øll vildu ikki inn.

Framleiðarin er tíðuliga illur, og skildar uppá “kioskina”, og gevur flestu av teimum 4,4 milliónunum brúkarum ábyrgdina fyri at hava ringan smakk fyri einum góðum tilboði.
Hvør skal stuðla slíkum flokki?

Havi sjálvur verið við til at skriva undir uppá, at Framsókn skuldi stovnast, og varð eg spurdur í dag, um eg hevði skrivað undir, hóast eg var vitandi um líknandi framferð, so vildi svarið verið ja!

Orsøkin er, at ein politiskur flokkur skal metast út frá hvussu flokkurin klárar seg. Framsókn hevur eftir mínari áskoðan spælt fallit, og eg kundi ikki droymt um at valt hann í dag. Havi fingið tað burturúr, at flokkurin skýggjar fólkaræði. Men eg má so eisini staðfesta, at flestu flokkar í Føroyum, detta í somu grøv. 

Men Framsókn hevði tann fyrimunin, at hann var nýggjur, men datt tíverri í ta kendu oportonistisku rylluna, og liggur nú, sum hann sjálvur hevur reitt, og verður rikin við trongdini til makt og við fordómum, og sera vánaligari stýring.

Sum hjá teimum flestu flokkunum, er hugsjónarliga støðið kamað burtur, meðan “neglin” at krøkja seg til maktina er blivin størri og krókutari.

Aftaná landsfundin, staðfestir formaðurin í Framsókn, at tað var Sambandsflokkurin, sum sveik, men heldur helst ikki, at tað hevur avgerandi týdning, at øll ikki eru samd í hansara egna flokki, ella í Javnaðarflokkinum.  Tað hevur hann í hvussu so er ikki nakra avgerandi meining um. Annarleiðis er við Sambandsflokkinum, og tað er lítið álitisvekjandi.

Samstundis hevði Framsóknarformaðurin heldur onga viðmerking til, at Tjóðveldisformaðurin, tosaði um eina semju, áðrenn hann fór til London, sum als ikki var eftirfarandi, og tí tikin úr leysum lofti, hesum leiðara so líkt, skilst...

Framsókn er dottið í somu veit, og er sostatt ikki smettin betri enn ta, hann flýggjaði frá.