Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsøkin Ung stilla upp til komandi løgtingsval

Framsókn skal boða frá, at formaðurin í Framsøkin Ung, 20 ára gamli Bjarni Kárason Petersen stillar upp til komandi løgtingsval á lista floksins. 
Bjarni hevur verið næstformaður í Framsøkin Ung síðan februar í fjør og varð í august mánaða valdur til formann. 

-Eg havi altíð verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum, men hevði í langa tíð ongan flokk, ið eg kundi fyrihalda meg til. Hetta broyttist tó skjótt, tá ið Framsókn fyri fyrstu ferð stillaði upp í 2011. Tey trý frælsini hjá Framsókn – persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi - raðfesta Føroyar og einstaku borgarar tess hægst, og tað var kanska serliga tað, ið vakti mín áhuga fyri flokkinum. Flokkurin hyggur frameftir, og hevur eftir mínum tykki tey bestu virðini at skipa samfelagið eftir, sigur Bjarni Petersen.

-Eg vil, at Føroyar koma aftur á beint, og at vit fáa eina politiska kós, har frælsi, tjóðskapur og vøkstur eru kjarnuorð, leggur hann afturat.

-Tað verður í alt ov lítlan mun tikið atlit til ungdómin í Føroyum, tá ið lóggivið verður. Tað er sera óheppið, tá ið tað eru júst tey, ið skulu bera samfelagið víðari. Tey hava tørv á eini sterkari rødd, og tað er av hesi orsøk, at eg bjóði meg fram sum valevni fyri Framsókn til komandi løgtingsval.