Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsøkin politisk stevna í Havn

Jógvan Arge, varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Politikkurin hjá býráðssamgonguni í Havn seinastu átta árini fekk dygga álitisváttan á valinum í november. Tí er tað natúrligt, at politiska stevnan í tí breiða samstarvinum í Tórshavnar býráð í høvuðsheitum verður tann sama - við viðkomandi dagføringum.

Flestu høvuðstættirnir í aktuella politikkinum liggja í fíggjarætlanini fyri 2013, sum fráfarna býráðið samtykti einmælt fyri bara einum mánaða síðani.

Fyrst og fremst varð samtykt at lætta um hjá øllum skattaborgarum. Í fyrra lagi við at lækka skattaprosentið 0,5 niður í 20,25. Í øðrum lagi við at hækka barnafrádráttin úr 5.500 krónum upp í 8.000 krónur fyri barnið upp til 18 ár.

Hetta ger tað fíggjarliga meiri rúmsátt hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu og serliga hjá barnafamiljum, sum hava so avgerandi týdning fyri, hvussu vit koma burtur úr royndunum alsamt at menna kommununa at røkja uppgávuna sum dynamiskur høvuðsstaður í oyggjalandinum í miðjum Norðurhøvum.

Vit kunna sláa fast, at Tórshavnar kommuna er tann kommuna í landinum, sum í hesum umfarinum tilsamans hevur tikið størstu stigini til at lætta um hjá sínum borgarum. Hetta varð gjørt eitt nú við tí í huga at byrgja upp fyri teirri hóttandi fólkafráflytingini.

Neyðugur rakstur og dyggar íløgur

Fíggjarætlanin miðar samstundis eftir at kommunan hevur góð tilboð til núverandi og komandi borgarar. Hon javnvigar við 615 mió kr. Av teimum fara 505 mió kr til neyðugan rakstur og 110 mió kr til íløgur. Aftat hesum eru aðrar 50 mió til íløgur av ymsum slag, ið skulu gera sítt til at menna kommununa eins og tryggja virksemi og arbeiði til nógvar hendur.

Brúgvin um Sandá er ein týðandi ætlan beint nú. Tíverri kom stígur í útbjóðingina, men vónandi kemur gongd á aftur beinanvegin.

Samtykt er at fara undir Musikkskúlan og Reinsaríið. Musikkskúlin verður projekteraður nú og tónleikaspælistaðið Reinsaríið stendur fyri at verða boðið út. Ein nýggjur fólkaskúli úti á Fløtum at avloysa Venjingarskúlan og Kommunuskúlan er stungin út í kortið.

Fíggjarætlanain er ikki smátøkin, tá ræður um trivnað og ítrótt. Tøkar eru einar 6 mió krónur til at taka saman um miðbýin og fara ítøkiliga til verka at búgva hann til meiri lív. Peningur er somuleiðis settur av til at skipa fleiri súkklubreytir eins og tær væl fagnaðu frílendisgøturnar í kommununi.

50 metra svimjihylur er á skránni saman við golfbreyt á Glyvursnesi og dagføring av tjóðarstadion á Tórsvølli. Dagføring av ítróttahallunum á Hálsi og í Hoyvík heldur fram, og játtan er eisini til at fyrireika fótbóltsvøll í Hoyvík.

Týðandi dagføringar

Játtanir eru til at dagføra Sundsvegin, sum er ein tann mest nýtti vegurin í Havn í dag, og at halda fram við teimum stóru grønu átøkunum við nýgerð og dagføring av kloakkum um alla kommununa.

Við sínum miðvísa arbeiði á hesum øki liggur Tórshavnar kommuna væl á takinum í mun til aðrar kommunur, og vit eiga sum onki at klára at vera púra ajour, tá freistin, sum landið hevur sett fyri at fremja sonevndu spillivatnsætlanina, er úti.

Júst hendan ætlanin er ein sólskinssøga í Tórshavnar kommunu. Tað er hon, tí býráðið í tøkum tíma tók krøvini í álvara og setti út í kortið at játta pening og fremja arbeiðini ár um ár.

Tað sama kann valla sigast um dagføring av skúlunum. Hesi arbeiði høvdu verið minni peningakrevjandi nú, um bygningarnir høvdu verið javnari hildnir fyrr. Men nú stendur fyri durum at fáa enda á at dagføra Eysturskúlan og fara rættiliga undir Hoyvíkar skúla.

Her er sum skilst nóg mikið hjá býráðnum at taka sær av.

Í einum livandi og framsøknum høvuðsstað taka nýggj mál seg upp alla tíðina. Eisini mál, har politikarar kring landið leggja seg eftir at skerja Havnina og møguleikarnar í høvuðsstaðnum.

Tað verður ikki við okkara góða vilja!

---