Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri 2020

Mánadagin varð eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri 2020 lagt fram.

Sambært stýriskipanarlógini skal uppskotið til fíggjarlóg fyri 2020 latast Løgtinginum áðrenn 1. oktober í ár. Nýggja landsstýrið tók við 14. september, og vegna stutt skotbrá hava stundir ikki verið til at fyrireika ætlaðar broytingar og raðfestingar.

Tí verður lagt fyri Løgtingið eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár. At uppskotið er framroknað merkir, at tað er uttan raðfestingar og tiltøk á inntøku- ella útreiðslusíðuni hjá landinum.

Ein fortreyt, sum serliga ávirkar framrokningina fyri 2020, er tann, at inntøkur frá veiðigjøldum á makrel, sild og svartkjaft ikki eru tiknar við. Orsøkin er tann, at lógin, ið ásetir veiðigjøldini, fer úr gildi við ársenda í ár, og tí er onki framskrivað fyri 2020.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 verða mettar til 5.761 mió. kr. Harav eru skattainntøkur 2.599 mió. kr. og inntøkur frá avgjøldum og tolli 2.779 mió. kr. Samlaðu útreiðslurnar eru mettar til 5.589 mió. kr. Harav eru nettorakstrarútreiðslurnar 5.196 mió. kr. og løguútreiðslurnar eru 393 mió. kr.

Samtykta fíggjarlógin fyri 2019 vísti eitt avlop á 377 mió. kr. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið hevur Fíggjarmálaráðið gjørt eina dagførda meting av úrslitinum í ár, og roknað verður nú við, at avlopið verður 303 mió. kr. í 2019.

Um fíggjarlógaruppskotið verður samanborið við samtyktu fíggjarlógina fyri 2019, so vaksa inntøkurnar við 1,8% í 2020, rakstrarútreiðslurnar vaksa við 6% og og útreiðslurnar til løgur vaksa við 3,4%. Samlaði útreiðsluvøksturin er 5,8%.

Fíggjarlógaruppskotið vísir, at verða ongar broytingar framdar, verður úrslit landskassans 171,3 mió. kr. (RLÚ-úrslit) í 2020.

Landsstýrið fer seinni í ár at leggja fyri Løgtingið broytingaruppskot og fylgilóggávu.
 
Leinkjur:

Fíggjarlógaruppskot 2020

Búskaparfrágreiðing II 2020