Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framroknað fíggjararlóguppskot fyri 2016

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, leggur ídag fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2016. Stýrisskipanarlógin ásetir, at landsstýrið skal leggja fyri Løgtingið fíggjarlógaruppskot fyri komandi ár áðrenn 1. oktober. Vegna stutta skotbráið síðani nýggj samgonga varð skipað, er talan um eitt framroknað uppskot, ið er grundað á verandi lóggávu og uttan átøk á inntøku- og útreiðslusíðuni. Landsstýrið kemur seinni í ár við broytingaruppskoti og fylgilóggávu. 

Framroknaða uppskotið vísir eitt hall á 144 mió. kr. Inntøkurnar eru 4.523 mió.kr. og rakstrarútreiðslurnar eru 4.375 mió.kr. Harumframt eru løguútreiðslur fyri 292 mió.kr.

Nýggja samgongan, ið tóku við 15. september 2015, staðfesta í samgonguskjalinum, at “Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at tryggja haldførið í búskapinum og at vísa fíggjarliga ábyrgd. Tí skal fígging vera til øll átøk.”

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur í hesum sambandi: “Framroknaða fíggjarlógaruppskotið lýsir fíggjarligu støðu landsins, nú nýggja samgongan og landsstýrið hava tikið við. Støðan hjá landskassanum er als ikki nøktandi. 

- Vit eru í búskaparliga góðum tíðum, og átti landið havt yvirskot í tílíkum tíðum. Manglandi nýskipanir eru millum orsøkirnar til hallið. Vit síggja tí stórar møguleikar at fremja átøk, ið skulu tryggja føroyingum ein haldføran og sjálvberandi búskap, og harvið eitt trygt grundarlag undir samfelagnum framyvir.”

Fíggjarlógaruppskot 2016http://cdn.lms.fo/media/6901/samla%C3%B0-flu2016.pdf

Búskaparfrágreiðing II 2015http://cdn.lms.fo/media/6900/b%C3%BAskaparfr%C3%A1grei%C3%B0ing-ii_2015.pdf