Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framløgur um sólarmyrking

Mikudagin 18. mars og fríggjadagin 20. mars fara tveir útlendskir serfrøðingar at siga frá í serframsýningini á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 um sólarmyrking. 

Framløgurnar eru báðar dagar kl. 16.

Mikudagin 18. mars hevur Guillaume Hébrard fyrilestur við heitinum “The total Solar eclipse on 20th March 2015 in Faroe Islands”. Hann fer at siga frá sólarmyrkingum sum fyribrigdi. Við í framløguni vera ráð um, hvussu ein tekur myndir av sólarmyrkingum.

Dr Guillaume Hébrard er astrofysikari á instituttinum d’Astrophysique í París og Observatoire de Haute-Provence í Fraklandi. Í gransking síni leggur hann seg eftir at kanna gongustjørnur uttan fyri sólskipanina og kannar eisini sólarmyrkingar.

Fríggjadagin 20. mars hevur Tyler Nordgren fyrilestur um sólarmyrkingina, sum vit hava upplivað um morgunin henda sama dagin.

Dr Tyler Nordgren er professari í stjørnufrøði og alisfrøði á Universitetinum í Redlands í Kalifornia. Nordgren er partur av arbeiðsbólki hjá amerikanska stjørnufrøðifelagsskapinum í sambandi við fullu sólarmyrkingina í USA í 2017. Hann samstarvar við tjóðgarðar í USA fyri at fremja fólksliga stjørnufrøðiliga upplýsing.