Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framløga tann 15. januar 2013 í Spaniastovu

Herluf Matras í Ánunum segði, at ein terradag fyri 85 árum síðani, tá hann var hálvvaksin, stríddust øll við sveittabroti fyri at fáa hoyggið til høldar. Menn slóu við líggja fyri at hava nakað av grasi niðurfyri. Tá hendi nakað løgið. Ein dani, Hakon Grüner-Nielsen, kom til bygdar við upptøkutólum fyri at fáa brøðurnar Jóannes og Jákup Johannessen at kvøða og syngja fyri sær. Øll vistu, at teir vóru frálíkir kvøðarar. Tá dansur var inni í Bø plagdu teir at damla sær inn og fóru so beint í dansin, og tað hoyrdist at teir vóru komnir. Men henda terradagin kundu tey, ið uttanfyri vóru, hoyra at teir sótu og kvóðu inni í góðustovu meðan øll hini stríddust í bønum fyri at fáa hoyggið til høldar. Seinni um kvøldið varð farið upp á gólv í roykstovuni, og hetta varð eisini upptikið.

Brøðurnir doyðu í góðum árum av tuberklum, og teirra rødd er tagnað. Men tær upptøkur, sum gjørdar vórðu henda summardag, eru til enn, og hevur Marianne Clausen lurtað eftir teimum eins og øllum hinum túsundtals upptøkunum av føroyskum kvøðarum og sangarum í teimum góðum hundrað árunum, sum farin eru síðan fyrstu upptøkurnar vórðu gjørdar upp á fonograf í Føroyum árið 1902.

Tikið er upp úr Sumba og líka til Mikinesar og Hattarvíkar. Marianne hevur skrivað allar tær varðveittu upptøkur niður í nótum, og burtur úr hesi ovurhonds rúgvu hevur hon valt tær bestu til at almannakunngera. Hetta er gjørt í fýra bókum. Kvæðaløgini komu út í 2003. Andligu vísuløgini komu í 2006. Tey løgini, sum føroyingar hava nýtt til danskar vísur, komu út í 2010. At enda kom bókin við løgum til skjaldur, rímur og ramsur í 2012.

Løgini í hesum fýra bókunum eru nógv, og 48 av teimum koma úr Ánunum!

Vit føroyingar hava altíð verið ernir av teimum okkara sum hava havt mál at skipa í dansi og at syngja fyri í sálmasangi. Hetta var alt í tungulist, og tey sum hetta dugdu, vóru høgt í metum. Hetta var í øldir okkara mentanararvur, og á moldgólvi í lágum lonum, ikki bert í Ánunum, men um allar Føroyar, slóu fólk ring og kvóðu um kappabrøgd eins og tey sungu sálmar. Hetta gjørdu tey tí tey vistu, at lívið var meir enn arbeiði. Fyri at trívast í landinum mugu børn, konur og menn eisini hava tónleik at hoyra og frásagnir at lurta eftir.

Vit vita at tíðirnar broytast. Onnur fólkasløg hava mist dansin burtur, íslendingar fyri smáum tríhundrað árum síðani. Men sum tey einastu hava vit varðveitt dansin. Her sláa fólk enn ring, og børn og ung koma uppí.

Samstundis eru tey alt fleiri sum læra at lesa nótar. Tað er tí heppið, at Marianne Clausen ikki bert hevur lurtað eftir øllum upptøkum av føroyskum fólkatónleiki, men eisini hevur skrivað løgini upp og gjørt tað møguligt hjá teimum, sum førleika hava at lesa nótar, harvið at fáa allan okkara tónlistaliga mentanararv lagdan fyri føtur sínar, so tað bert er at boyggja seg niður at henta gullið upp í lógva. Hetta kann gera, at tey sum nú vaksa upp, kunnu taka úr hondum, ið sleppa, so vit varðveita okkara tjóðarstoltleika.

At gera eitt slíkt verk er grundgransking. Nú kunnu fróðarmenn við vissu siga, hvussu tey hava sungið, sum undan okkum hava livað í hesum fjølbroytta landi. Aðrastaðni hevur hetta ikki borið til, tí tá upptøkutól komu, vóru næstan øll tey deyð, sum dugdu løgini. Eitt nú eru í Danmørk tíggju prentaði bind av gomlum fólkavísum, og eitt bind er við løgum. Fleiri av teimum gomlu fólkavísunum hava tó eingi løg varðveidd í Danmørk. Nú hevur Marianne funnið nøkur av hesum horvnu løgum í Føroyum, og av hesum eru tvey úr Ánunum. Tað Jóannes og Jákup saman við hundraðtals øðrum føroyingum hava gjørt við at varðveita okkara gomlu løg og bera tey víðari, hevur tí ikki bert áhuga fyri okkum føroyingar, men er eisini av allarstørsta áhuga fyri vísindamenn og tónleikarar í Europa og kring allan heim.

Marianne er Føroya boðberi til alheimin. Hennara arbeiði fyri at takka kemur føroysk tónleikamentan nú og í ókomnum tíðum at verða viðgjørd á hægsta vísindaliga stigi allastaðni har fólkatónleikur verður umrøddur. Vegna okkara kvøðarar og sangarar er tí øll orsøk hjá okkum at ynskja henni tillukku við tí uppiborna heiðuri, sum henni er veittur í dag.

Zakarias Wang