Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framleiðslan av alifiski setti met í 2012

Ongantíð áður hava føroyskir alarar framleitt so stóra nøgd av aldum fiski sum í 2012. Tøkan í 2012 var tilsamans 62.783 tons í kruvdari vekt. Hetta skal samanberast við eina samlaða nøgd upp á 49.588 tons í 2011. Hetta er ein vøkstur í framleiðsluni uppá góð 20 prosent.

Føroysk alifeløg ala nú bert laks, og seinastu tvey árini hevur eingin tøka verið av sílum. Áður hava síl verið ein munandi partur av føroysku framleiðsluni av alifiski.

Gamla metið var frá 2003, tá føroyska alivinnan framleiddi tilsamans 52.269 tons av laksi og sílum. Havast skal í huga, at hetta árið vórðu feløgini noydd at taka stórar nøgdir av fiski orsakað av ILA sjúkuni. Tá framleiddi alivinnan góð 43.000 tons av laksi og 9.198 tons av sílum.

Síðan 2006 er framleiðslan av laksi økt hvørt ár – uttan í 2010. Í 2006 var framleiðslan samanlagt góð 15.000 tons av laksi og sílum, og í 2012 táttaði framleiðslan í 63.000 tons av laksi. Miðalvektin á laksinum í 2012 var 5,07 kilo samanborið við 4,78 kilo í 2011.

Prísurin á laksi hevur verið nakað lakari í 2012 enn í 2011, og tí verður vøksturin í søluvirðinum minni enn vøksturin í framleiðslunøgdini. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2012 vaks framleidda nøgdin av laksi við næstan 30 prosentum samanborið við sama tíðarskeið í 2011, men søluvirðið øktist bert eini fimm prosent. Meira er at síggja um prísgongdina fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar her: http://salmon-from-the-faroe-islands.com/export+q3+2012.html

Tey endaligu hagtølini fyri tøkuna í 2012 kunnu síggjast her: http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=3706