Framgongd í heimliga eftirspurninginum
Fyrsta ársfjórðing í ár vóru goldnar 2 mia. og 71 mió. kr. umvegis a-skattaskipanina. Hetta eru 79 mió. kr. ella 4% meira enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið 1 mia. og 992 mió. kr. fóru umvegis a-skattaskipanina.
Hetta sæst aftur í skatta- og avgjaldsinntøkunum hjá landi og kommunum. Kommunukassarnir fingu 344 mió. kr. í skattainntøkum fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 335 mió. kr. somu tíð í fjør. Vøksturin svarar til 2,7%. Landskassin hevur fingið 320 mió. kr. í meirvirðisgjaldsinntøkum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár samanborið við 302 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin svarar til 6%.
Skrásetingargjaldið, ella sølan av nýggjum bilum, gevur eina góða mynd av gongdini í eftirspurninginum eftir drúgvum nýtsluvørum. Fyrsta ársfjórðing í ár er bilasølan og skrásetingargjaldið vaksið við meira enn 30% samanborið við somu tíð í fjør. Meirvirðis- og skrásetingargjaldstølini geva tí eina greiða ábending um, at munandi vøkstur er í heimliga eftirspurninginum.
Landsskatturin var 301 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við 362 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør. Samstundis hevur nýggi eftirlønarskatturin givið landskassanum 46 mió. kr. Higartil í ár eru tí komnar 15 mió. kr. minni í landsskatti og eftirlønarskatti samanborið við landsskattin somu tíð í fjør, men tað skal viðmerkjast, at eftirlønarskatturin fer at verða hægri seinni í ár, tá ið millum annað skattur av eftirlønum til útlendskar pensjónskassar eisini kemur við.