Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framferðahátturin hjá Sjónvarpinum kærdur

Eg vildi helst sloppið undan at gjørt fleiri viðmerkingar til hetta málið.

Byggiloyvið í Ravnsoyargøtu varð fyri tað fyrsta givið, áðrenn eg bleiv borgarstjóri. Eg havi tí ikki orsøk til at káva útyvir ella goyma nakað. Men tað sum eg krevji er, at starvsfólk í kommununi fáa eina virðiliga og sakliga viðgerð. Og so er ikki í hesum føri.

Fyri tað næsta hevur málið verið meldað - og kommunan bleiv fríkend.

Fyri tað triðja er hetta endað sum eitt stríð, sum Kringvarpið førir móti Tórshavnar Kommunu og mær persónliga. Hetta er eitt stríð, har Kringvarpið eftir mínum tykki brýtur øll fjølmiðlaetisk mørk. Vit hava sæð løgnar konspiratiónsteoriir um forfylging og "karaktermorð" av ávísum borgara verið bornar fram sum objektiv tíðindi.

Vit hava sæð sjónvarpsprát, har spurningarnir hava verið so leiðandi, at eingin kann vera í iva um, at hetta ikki snýr seg um objektivan tíðindaflutning. Hetta er Kringvarpið móti Tórshavnar Kommunu!

Og so sóu vit fríggjakvøldið upptøkur, sum vóru gjørdar eftir at eg helt upptøkutólið verða sløkt. Hetta er greitt brot á góðan fjølmiðlasið - og tað varð enntá gjørt so snildisliga, at upptøkumaðurin fór burtur frá upptøkutólinum fyri líkasum at signalera, at tólið varð sløkt.

Men yvirskiftin í Degi & Viku var, at eg skuldi hava hótt journalistin.

Seinni um kvøldið fór so tíðindaleiðarin uppí kampanjuna, og tók tað heilt óvanliga stig, at hon skrivaði eitt lesarabræv, sum var eitt langt álop á meg. Nær er tað hent fyrr?

Eg segði við journalistin, at hann skuldi hoyra frá einum advokati. Tað haldi eg ikki vera at hótta - hevur hann sítt uppá pláss, er jú einki at óttast.

Men eg skal viðganga, at uttan mun til óærliga atburðin hjá journalistinum skuldi eg ikki havt lopið framav. Men eg vóni at fólk skilja, at tað hevði sína orsøk. Tað var jú so sólarklárt, at tað er jú ikki sannleikan, Kringvarpið vil hava fram.

Eg skuldi, við teirri vitan eg havi ikki havt játtað at gera hatta prátið við journalistin. Eg skuldi stillisliga havt sagt við hann, at eg sjálvsagt ikki kann taka lut sum statistur í hesi kampanjuni, sum Kringvarpið førir.

Tað kann væl vera, at Kommunan kanska hevur gjørt onkrar feilir í sambandi við almennu umrøðuna av hesum máli.

Men hetta er eitt ógvuliga eymt mál. Tað viðkemur nógvum fólkum, og tað eru nógv menniskjalig atlit at taka. Tí er sera umráðandi, at ein almenn viðgerð av málinum er saklig.

Og tá ein fjølmiðil týðuliga fer eftir tí øvuta - nevniliga at skapa eina sensatión og geva onkrum ávísum skuldina fyri eina syndarliga vanlukku - tá skal kommunan sum almennur myndugleiki ikki spæla við.

Nú fari eg so ikki at spæla við meir.

Framferðarhátturin hjá kringvarpinum verður lagdur fyri viðkomandi myndugleikar at meta um - og so taka vit málið harfrá.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri