Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frambrot á Reinsarínum

Tórshavnar býráð hevur samtykt eina nýggja ætlan fyri innrætting av Reinsarínum í Tórsgøtu, so tað hóskar væl til rytmiskan tónleik.

Lágt er millum loft og gólv í gamla pakkhúsinum, men við at lata partvís upp millum kjallarahæddina og miðhæddina fáast eisini nøktandi umstøður at nýta húsið sum spælistað fyri tónleikarar, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

- Hetta er eitt stórt frambrot í royndunum at menna Tórsgøtu sum mentanargøtu, ið Tórshavnar kommuna hevur havt á skránni nú í mong ár, sigur hann.

Í niðastu hæddini er ætlanin at hava pall í vestursíðuni. Har verður gott pláss fyri áhoyrarum. Áhoyrarar kunna eisini vera á miðhæddini og fylgja við tí, sum fer fram á pallinum.

Farið er so smátt undir arbeiðið í niðastu hædd á Reinsarínum, og hóskvøldið játtaði býráðið eina millión krónur aftrat til umbyggingina, sum hevur verið í umbúnað leingi.

Umbyggingin verður framd í trimum stigum. Dentur verður lagdur á, at húsið kann nýtast til ymisk almenn mentanarlig endamál.

Ætlanin er at fremja umbyggingina í trimum stigum. Triðja stigið verður sjálvt loftið.