Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fram kemur hann, ið hóvliga fer

Fremsta málið hjá Sea Shepherd í Føroyum er at fáa umrøðu. Tess størri rok, tess størri umrøða, tess meira í pengakassan hjá Sea Shepherd. Millum troyttu amboðini hjá felagsskapinum er ein væl fyrireikað fjølmiðlamaskina, sum skal tryggja so stóra umrøðu sum gjørligt.

Sea Shepherd hevur verið í Føroyum í slakar tveir mánaðir. Tað hevur felagsskapurin rætt til, tí Sea Shepherd er ein lógligur felagsskapur. Fleiri røddir vilja vera við, at myndugleikarnir eiga at forða limunum í Sea Shepherd at koma til Føroya.

Tað ber ikki til. Vit hava onga lógarheimild at taka rættin at mótmæla hjá fólki. Talufrælsið og rætturin at mótmæla eru grundlógartryggjað og grundleggjandi partur av einum vælvirkandi fólkaræði.

Myndugleikarnir hava neyvt eftirlit við øllum limunum hjá Sea Shepherd, ið koma til Føroya. Er talan um illgrunasom fólk, sleppa tey ikki inn í landið. 

Vit mugu virða, at onnur eru ósamd og kunnu gera vart við síni sjónarmið og mótmæla – um tey halda seg innan lógarinnar karmar. Tað loysir seg ikki at gera seg inn á onnur fyri at kroysta síni sjónarmið ígjøgnum. Vit eiga at vísa tolsemi.

Seinastu tveir mánaðirnar hava vit í stóran mun staðið royndina. Vit hava víst, at vit eru eitt stillført og ábyrgdarfult fólk, ið ikki lata okkum øsa, ið er málið hjá Sea Shepherd. Hesum eiga vit at halda fast um, tí umheimurin hyggur eisini eftir, hvussu vit handfara grindamálið.

Gaman í er orðadrátturin stundum harður. Kortini eiga vit ikki at lata okkum tøla av einum skjótum vinningi við at kappast um, hvør nú er best at bíta frá sær. Grindamálið er alt ov týdningarmikið til tað. Heldur eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið.

Vónandi fáa vit skjótt eina grind. Okkara myndugleikar eru væl fyrireikaðir. Eitt er at mótmæla, eitt annað er at bróta landsins lógir og fremja ágang. Hendir tað, er tað ábyrgdin hjá løgregluni at taka sær av slíkum og uppihalda lóg og landaskil.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.