Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frálíkt hugskot við vælkomstpakkum

- Átakið hjá Vágs kommunu við einum vælkomupakka fyri at fáa tilflytarar at kenna seg serliga vælkomnar, er eitt frálíkt hugskot, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum avdúkar, at Tórshavnar kommuna í løtuni ger kanningar, hvussu ein tílíkur pakki í høvuðsstaðnum kann koma at síggja út.

Herfyri setti Vágs kommuna í verk nýggja skipan við vælkomupakkum til tilflytarar til Vágs kommunu. Endamálið var og er at fáa tilflytarar til at kenna seg serliga vælkomnar til kommununa.

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, dámar sera væl átakið hjá Vágs kommunu, serliga hetta, at tilflytarar beinanvegin fáa eina innbjóðing frá kommununi at koma á kommunuskrivstovuna, har tey fáa eina vælkomugávu frá kommununi.

- Tað hevur kanska ikki so øgiliga stóran týdning, hvat er í pakkanum, tí tørvurin er ymiskur frá eini kommunu til aðra, eins og fíggjarorkan í ymsu kommununum er sera ymisk. Eisini eru atlit at taka til, ikki at gera mun á fólki, eins og vit hava lógarreglur at halda okkum til, um vit ætla at veita summum nakrar ókeypis tænastur, sigur Heðin Mortensen.

- Størstan týdning man tað hava, at fólk kenna seg vælkomin, at tey kenna seg at fáa eina góða tænastu og neyva vegleiðing, so skjótt tey flyta í kommununa. Eg eri eisini púra samdur við borgarstjóran í Vági, at persónliga sambandið hjá tilflytarum við umsitingina skapar eitt álit og betrar munandi um møguleikarnar fyri kunning.

- Vit avgjørdu herfyri í sambandi við kjakið um til- og fráflyting at gera nakað líknandi í høvuðsstaðnum. Vit gera í løtuni kanningar, hvussu ein vælkomupakki í høvuðsstaðnum kann koma at síggja út, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.