
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at eingin frálæra í teknmáli er í fólkaskúlanum til tey børn, sum eru fødd deyv, men hava fingið cochlear implant (CI). Í samsvari við tilmæli frá heilsumyndugleikunum skulu hesi børn viðfarast sum hoyrandi og fáa stuðul til venjingar í at nýta talað mál til samskifti.
Umboðsmaðurin vísti á, at ikki øll børn við CI fáa fulla hoyrn, og summi eru meira at meta sum deyv enn hoyrandi. Hesi børn hava rætt til eisini at fáa undirvísing í teknmáli sambært § 5 í Fólkaskúlalógini, kunngerð um undirvísing í og á teknmáli og Sáttmála sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Umboðsmaðurin heitti á Mentamálaráðið um at tryggja rættin hjá tunghoyrdum børnum at læra teknmál. (LUM 16/00029)