Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hókvøldið umleið kl.21:30 føroyska tíð er aftur ein terroratsókn í Frankaríki, hesuferð í ferðamannabýnum NICE. 

Poul jóhan Djurhuus
gjkaranes@gmail.com

Kendi føroyski rithøvundurin Jørgin Frants Jacobsen segði um NICE: “Høvdu Føroyar havt veðrið í Nice, so hevði eingin vita um Nice.” Tá hann tekur soleiðis til, kunnu vit taka fyri givið, at hann hevur sjálvur verið ferðafólk í veðurgóða Nice. 

Tíðirnar eru nógv broyttar síðani á hansara døgum, tí í dag kunnu vit næstan siga, at Vesturheimurin er í kríggi við ein her av ókendum terrorsoldátum, sum gera um seg nær tað skal vera og hvar tað skal vera. 

Tað sýnist sum, at tað er serliga Frankaríki, ið er terrormálið, men eingin er tryggur. Allastaðni eiga vit at vera í hægstu verju. Vit muga bara vóna og biðja eftir, at hesar óndu kreftir verða knekkaðar innanífrá. 

HVÍTI VØRULASTBILURIN
Hvíti vørulastbilurin kemur koyrandi eftir hugnaligu promonaduni, sum liggur millum strondina og tey mongu hotellini og kaféirnar, har fólk í túsundatali hugna sær og feira Franska tjóðardagin á promonaduni. Í fyrstani hugsar eingin, at talan er um eitt hópdrápsakfar, har førarin hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann vil drepa so nógv fólk sum møguligt við síni torpedulíknandi deyðsmaskinu – tað eydnaðist honum at drepa 84 menniskju, og skaða onnur 200, har 50 liggja ivandi millum deyða og lív. Fleiri børn eru millum tey deyðu.

Eisini føroyingar eru staddir í Nice í hesum døgum. Danska pressan upplýsti, at tað eru avvarandi í Danmark, sum ikki hava fingið samband við danskarar eftir atsóknina, sum halda summarfrí í Nice.   

Tilburðurin er søguligur, tí aldri áður hevur ein terroratsókn verið útførd soleiðis. Her skal tó viðmerkjast, at í Ísrael er man vanur við, at slíkar metodir verða brúktar.  

FRAKLAND SKOTSKIVA
Í allan dag hava tíðindastovnar sum t.d. TV2, DR og BBC viðgjørt tilburðin, og TV2 hevði eitt forvitnisligt yvirlit yvir talið á terroratsóknum í Frankaríki síðani tiltikna álopi á keipublaðið (satirublaðið) Charlie Hebdo, sum í vikuni eftir atsóknina, fyrst í januar mánaða í 2015, prentaði milliónaupplag av blaðnum við kendu spotttekningini av Muhammed á forsíðuni – møguliga er júst hetta ein liður til at Frakland er vorðin skotskiva hjá terroristum! 

1. 07. januar í 2015 verður keipublaðið (satirublaðið) Charlie Hebdo atsókt av tveimum monnum. 12 menniskjur doyggja!

2. 26. juni 2015 verður ein maður hálshøgdur, og tveir persónar verða skaddir undir eini terroratsókn á eina fabrik!

3. 21. august 2015 søkir ein vápnaður terroristur at einum toki, har hann skaðar tríggjar persónar, áðrenn hann verður handtikin!

4. 13. november 2015 søkja trý terroristalið at trimum málum í París, har 132 fólk lótu lív! 

5. 13. juni 2016 verður ein løgreglumaður og kona hansara dripin av einum IS-viðhaldara!