Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frágreiðing um útveitan handað

Landsstýrismaðurin í vinnumálum setti í vetur ein arbeiðsbólk at kanna grundarlagið undir møguligum útveitanum av sjóvegis farleiðunum hjá SSL. 

Í dag hevur ein samdur arbeiðsbólkur handað landsstýrismanninum frágreiðingina, sum m.a. lýsir, hvussu ein útveitingartilgongd kann skipast, hvørjir útveitingarhættir kunnu koma uppá tal og um grundarlag kann sigast at vera fyri at útveita sjóvegis farleiðirnar.

Í sínum niðurstøðum sigur arbeiðsbólkurin m.a.:

Arbeiðsbólkurin metir, at tað verður ein stór avbjóðing at skapa veruliga kapping á føroyska ferjumarknaðinum. Kappingargrundarlagið broytist tó munandi, um latið verður upp fyri útlendskari luttøku í útbjóðingini. Til tess at staðfesta kappingargrundarlagið er tó neyðugt við fleiri kanningum, somuleiðis sum tað kann vísa seg neyðugt at kanna kappingargrundarlagið við at kappingarútseta farleiðirnar hjá SSL. Hetta metir arbeiðsbólkurin er einasti háttur, at til ber at staðfesta, um grundarlag í roynd og veru er at skapa kapping í samband við eitt útboðsumfar.

Arbeiðsbólkurin metir tað vera ivasamt, í hvønn mun tað ber til at spara í rakstrinum í samband við eina útveitan. Orsøkin er m.a., at tað er avmarkað, hvørjar møguleikar privatir veitarar hava at tillaga raksturin innan sjóvegis farleiðirnar. Sbrt. lógini skal túratalið og ferðaseðlaprísurin ikki broytast, lønarsáttmálar geva ikki møguleika fyri stórvegis tillagingum og valla verður møguligt hjá privatum arbeiðstakara at keypa munandi bíligari olju. 

Harafturat missir SSL stórrakstrarfyrimunir um einstakar farleiðir verða útveittar og verður raksturin av eftirverandi farleiðum sostatt hægri uppá seg. At enda kemur fyrisitingarligi kostnaðurin til stýring og eftirlit av sáttmálum o.ø. (transaktiónskostnaðurin) at økjast.

Eftirmetingin av teimum útveitingum sum eru framdar innan samferðslu í Føroyum, t.e. Bygdaleiðir og Mykinesleiðin, vísir ein stóran útreiðsluvøkstur, síðani farleiðirnar eru útveittar, serliga innan Bygdaleiðir. Eftirmetingin vísir eisini, at tað hava verið avbjóðingar við at skapa kapping ísv. undanfarin útboðsumfør.

Eftirmetingin vísir, at galdandi sáttmálar hava stórar veikleikar, eins og sáttmálastýringin hevur verið alt ov veik. Neyðugt er at gera eina neyvari eftirmeting av útveittu farleiðunum, bæði fyri at finna fram til ítøkiligu orsøkirnar til kostnaðarøkingarnar og vantandi kappingina, men eisini til tess at gera neyðugu tillagingarnar í útbjóðingartreytunum og sáttmálunum í samband við komandi útboðsumfør.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at bygnaðarbroytingar verða framdar innan SSL, sum kunnu føra til ein meiri úrslitagóðan og skynsaman rakstu Frágreiðingin og fylgiskjøl eru tøk at taka niður her: http://www.vmr.fo/kunning/fragreidingar-og-alit/fragreidingar/