
Frágreiðing um Landsverk
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur í dag fingið handað frágreiðing um Landsverk frá arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin setti í januar í ár.Frágreiðingin viðger gjøgnumskygni á Landsverki, hvørjar nýggjar uppgávur kunnu leggjast til stovnin, metingar av virksemi stovnsins, útveiting av uppgávum á Landsverki og mannagongdir í sambandi við útveiting.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið Arne Poulsen, Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge og Johan Syderbø.
Frágreiðingin kann lesast her: http://www.fmr.fo/media/6419/fr%C3%A1grei%C3%B0ing-landsverk.pdf