Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frágreiðing um innanhýsis viðgerð av Eysturoyartunlinum

Løgmansskrivstovan hevur í dag, vísandi til sjónvarpstíðindini tann 27. august, biðið Innlendismálaráðið um eina frágreiðing um innanhýsis viðgerðina viðvíkjandi Eysturoyartunlinum.

Innlendismálaráðið hevur í dag svarað Løgmansskrivstovuni soljóðandi:

“Í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6.mai 2011 gevur lógin landsstýrismanninum heimild til at bjóða einkarættin út og gera sáttmála við tann, sum hevur besta boðið.

Landsstýrið avgjørdi tíðliga í 2012, at landsstýrismaðurin skuldi nýta sína heimild til at bjóða einkarættin út, og Løgtingið játtaði 6,0 mió. kr. til arbeiðið. Á hesum støði bleiv einkarætturin boðin út.

Uppskot til sáttmála, sum var gjørdur samsvarandi heimildini, varð liðugur, og sum kunnugt var ætlanin tann 27. juni 2013 hjá landsstýrismanninum í innlendismálum at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), um einkarætt til at fíggja, byggja og reka undirsjóvartunnil. Landsstýrismaðurin hevði frammanundan í tíðindaskrivi tann 19. apríl 2013 boðað frá, at ætlanin var at gera sáttmála áðrenn jóansøku í ár

Tá dagurin nærkaðist gjørdu politiski viðurskiftini, at løgmaður tók avgerð um, at málið skuldi leggjast fyri Løgtingið enn eina ferð. Orsakað av at avtalað var millum CIP og landsstýrismannin, at sáttmálin um einkarætt skuldi undirskrivast 27. juni 2013, var CIP ímóti, at málið skuldi í Løgtingið, og vildi hava sáttmálan undirskrivaðan 27. juni 2013. Á fundi millum løgmann/landsstýrismannin í innlendismálum og CIP 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri at CIP ikki skuldi taka seg burturúr samráðingunum beinanvegin, skuldi CIP hava 1,0 mió. kr., eitt sokallað “ break fee”, um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagið 31. august 2013.

Aftan á at partarnir vórðu samdir um hesi viðurskifti blivu samráðingar um sáttmálan um einkarætt gjørdar lidnar 27. juni 2013, og í tí sambandinum var semja um tekstin í lógaruppskotinum, ið skuldi leggjast fyri Løgtingið.

Løgdeildin, Kommunudeildin og Deildin fyri náttúruvernd og umhvørvi fingu áheitan um at gera viðmerkingar til lógaruppskotið. Tann 4. juli 2013 lat Løgdeildin frá sær upprit í málinum við viðmerkingum frá øllum deildunum, og har tikið verður saman um. Orsakað av, at lógaruppskotið var úrslit av samráðingum, sum blivu aftaná, at tað gjørdist greitt, at málið skuldi aftur í Løgtingið, var avmarkað, hvussu nógvar viðmerkingar Innlendismálaráðið kundi taka til eftirtektar. Samráðingarnar vóru lidnar. Harafturat kundi Innlendismálaráðið somuleiðis staðfesta, at tað í sáttmálanum um einkarætt var lagt upp fyri nógvum av viðmerkingunum, sum deildirnar høvdu.

Lógaruppskotið varð latið Løgtinginum 25. juli 2013.

Orsøkin til at viðmerkingarnar frá deildunum ikki vórðu lagdar við lógaruppskotinum til Løgtingið var, at tær vóru ikki skrivaðar við tí fyri eyga, men sum partur av innanhýsis málsviðgerðini í Innlendismálaráðnum. Løgtingið er í hesum máli í somu støðu sum Innlendismálaráðið, tí lógaruppskotið byggir á ein sáttmála við CIP.”

Tinganes, 28. august 2013