Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu o.a. í 2011

12. juni 2012 læt Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu fyri árið 2011.

Gjøgnumgongdin av roknskapinum hevur víst, at samanumtikið eru at kalla ongar meirnýtslur í 2011, undantikið at rentur av landsins skuld eru góðar 61 mió.kr. størri enn tær vóru mettar til í fíggjarlógini. Annars er eisini greitt frá, at um rentuútreiðslurnar høvdu verið gjørdar upp sum árini frammanundan, vóru tær 256 mió.kr. hægri enn mett.

79,8 mió.kr. av løgujáttanunum í 2011 vórðu ikki brúktar. Saman við 14,3 mió.kr. sum ikki vóru nýttar í 2010, eru 94,1 mió.kr. fluttar til fíggjarárið 2012 við C.átekningum.

Heimildin til at flyta játtan um ár við C.átekningum er í § 22 í játtanarlógini. Sambært viðmerkingunum til lógina varð heimildin givin til tess, at óbrúktar løgujáttanir skuldu kunna flytast til fylgjandi fíggjarár. Víst verður til, at ætlanin við C.átekningum var at geva møguleikar fyri flyting av óbrúktum játtanum, tá talan var um serlig byggi- og løguarbeiði, og helst við støði í einari verklagslóg.

Landsgrannskoðanin er samd við løgtingsins fíggjarnevnd um, at C.átekningar verða brúktar í ov stóran mun, og heldur, at í fíggjarlógini fyri 2012 eiga fleiri C.átekningar at verða strikaðar.

Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin annars fyri hvørt málsøki sær greitt frá um frávik millum játtanartøl og roknskapartøl í fíggjarárinum 2011. Eisini eru viðmerkingar og frágreiðingar frá avvarðandi landstýrismonnum um, hvørjar orsøkir eru til frávikini í roknskapinum.